Vinstru Grønu høvdu vunnið, um val var í dag

Mynd: Vísir.is

Vinstru Grønu høvdu vunnið, um val var í dag

2017-10-11 14:43 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Fyrrverandi íslenska stjórnin slitnaði og nú skulu íslendingar aftur á val. Tað verður tann 28. oktober.

Kanningar vísa, at tað er flokkurin Vinstru Grønu, við forkvinnu, Katrín Jakobsdóttir, ið standa til at vinna valið. Sambært íslensku heimasíðuni Vísir.is, fáa Vinstru Grønu umleið 30% av atkvøðunum.

Flokkurin ið stendur til at fáa næstmest atkvøður er Sjálfstæðisflokkurin, ið stendur til at fáa 22% av atkvøðunum. Bjarna Benediktsson er formaður í Sjálfstøðisflokkinum.

Bjarni Benediktsson var forsætisráðharri í undanfarnu samgongu og fíggjamálaráðharri í samgonguni fyri tað. Hann hevur verið í mongum politiskum gølum seinastu árini. Millum annað var hann í Panama-skjølunum, ið vísti at hann hevði pengar í skattaskjóli. Harumframt vísti tað seg, at pápi Bjarna Benediktsson hevði verið innblandaður í einum málið um at reinsa navnið hjá einum dømdum pedofili. Eisini var fyri stuttum funnið fram til, at Bjarni Benediktsson seldi øll síni partabrøv í íslenska bankanum, Glitnir, beint áðrenn bankin fór á húsagang í 2008. Nógv er tí ið bendir á, at Bjarni Benediktsson visti um støðuna í bankanum, og tískil megnaði at sleppa sær undan at missa nógvan pening.

Hóast tær mongu gølurnar, fær Bjarni, og flokkur hansara, enn nógvan stuðul frá íslenska fólkinum.


Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður