Virði á Bakkafrost lækkar

2016-07-15 14:58 Author image
Alda Nielsdóttir

- Í dag eru royndir gjørdar, og um nakrar dagar fyriliggur úrslitið, sigur Regin Jakobsen, stjóri á Bakkafrost. Annars sigur Regin Jakobsen, at teir ikki vilja viðmerkja virðið á partabrævinum, sum annars er lækkað í virði. 

Virðið á partabrævinum hjá Bakkafrost er lækkað 6,23 prosent í dag, eftir at tað í gjár kom fram, at illgruni var um ILA sjúka í einum aliringi hjá Bakkafrost í Hvannasundi. 

Tá keypsskálin í Oslo lat upp í morgun, lækkaði partabrævið hjá Bakkafrost. Klokkan 14.11 í dag var viðrið lækkað 6,23 prosent, sum myndin vísir. Lækkingin svingar beint nú ímillum 6 og 7 prosent. 

Tað skal ofta lítið til, áðrenn partabrøv missa viðrið, men um so er, at ILA sjúka verður staðfest, kann væl vera, at virðið lækkar enn meira. 

Tá úrslitið av seinast tiknu royndunum fyriligga, verður avgerð tikin um hvørji møgulig tiltøk verða sett í verk, um so er, at sjúka verður staðfest  

Les eisini: Illgruni um ILA 

  

  

placeholder

Meira langlesnaður