Virðið á Bitcoin fer upp aftur

Virðið á Bitcoin fer upp aftur

2017-12-26 12:06 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Fyri lítlari viku síðani stóð at lesa á yvirskriftum kring heimin, at virðið á krytogjaldoyranum, Bitcoin, var farið ógvusliga niður. Tá man áður skuldi gjalda umleið 19.000 US dollarar fyri eina einkulta Bitcoin, skuldi man nú bert gjalda umleið 12.000.

Men nú, bert fýra dagar seinni, byrjar virðið at hækka aftur. Bert síðan á midnátt er virðið á Bitcoin hækkað við níggju prosentum. Tað upplýsir DR.

Tískil byrjar virðið á Bitcoin aftur at minna um tað, ið tað var áðrenn - 19.000 dollarar fyri eina Bitcoin. Síðan virðið hækkaði í nátt, kostar ein Bitcoin umleið 15.000 dollarar.

placeholder

Meira langlesnaður