Virðisøking framvegis stóran týdning hjá Bakkafrost

Liðugvøruframleiðslan vísir hall, men vit halda okkum til strategiina, sigur Runi M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrosti (Mynd: Jógvan H. Gardar)

Virðisøking framvegis stóran týdning hjá Bakkafrost

2017-05-30 11:03 Author image
Georg L. Petersen

Liðugframleiðslan hjá Bakkafrost gevur hall í løtuni, men hetta broytir ikki okkara langtiðarætlan, har hendan framleiðslan er ein týðandi partur av okkara strategi, sigur Runi M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrosti

Jógvan Hugo Gardar

Bakkafrost legði fram úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing fram í dag í Oslo. Rakstrarúrslitið fyri fyrsta ársfjórðing var 335 milliónir krónur. Bæði alideildin og Havsbrún høvdu eitt gott úrslit, men liðugvøruframleiðslan vísir hall.

Regin Jacobsen, forstjóri á Bakkafrosti, sigur, at málið hjá Bakkafrost er, at umleið 40-50 prosent av aliframleiðsluni verða seld sum liðugvøra til fastar prísir.

- Søluavtalur fyri liðugvøru verða gjørdar fyri eitt tíðarskeið millum seks til tólv mánaðir. Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 39 prosent av væntaðu tøkuni av laksi hjá felagnum fyri restina av 2017, sigur hann.

Hóast hall fyrsta ársfjórðing, so er sjálv virðisøkingin og tann langa virðisketan hjá Bakkafrost eitt eyðkenni fyri samtakið. Í nógv ár hevur Bakkafrost havt sum politikk, at liðugframleiðslan skal vera ein týðandi partur av virkseminum. Hetta ger, at avtalur um fastan prís í til dømis 12 mánaðir merkir, at fyritøkan ikki fær ágóðan av príshækkingum í tíðarskeiðnum. Hinvegin merkja fastprísavtalur, at vinningurin gerst góður, tá laksaprísurin lækkar.

Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrosti, sigur at liðugframleiðslan framhaldandi hevur stóran týdning í teirra strategi. Hetta hevur hann nevnt fleiri ferðir, millum annað á aðalfundinum hjá felagnum í apríl.

Rúni M. Hansen er nevndarformaður bæði í Bakkafrost og Havsbrún.

- Stór virðisøking fer longu fram í dag. Á stóra virkinum á Glyvrum, sum júst er tikið í nýtslu, koma 300 fólk at arbeiða við at virðisøkja laksin til hádygdarvørur. Á Havsbrún arbeiða 90 fólk, sum virðisøkja fisk og slógv til dygdar- og heilsugott fóður, sum ger føroyska laksin heilt serstakan, sigur nevndarformaðurin.

Hann leggur afturat:

- Tað er av alstórum týdningi, at vit sum felag framhaldandi menna okkum á øllum økjum. Bakkafrost hevur helst longstu virðisketu innan laksaaling og virðisøking úr aldum laksi í heiminum. Vit framleiða sunnar og vælsmakkandi dygdarvørur til altjóða marknaðin. Vit mugu alla tíðina leggja dent á eina burðardygga og kappingarføra framleiðslu gjøgnum alla virðisketuna, sigur Rúni M. Hansen.

placeholder

Meira langlesnaður