Vísindavøkan 2017 er byrjað

Mynd: Visualhunt.com

Vísindavøkan 2017 er byrjað

2017-09-14 09:02 Author image
Innsent

Tann 13. september í ár fór Vísindavøkan 2017 á ferð.

Vit leggja út í Marghøllini í Sørvágs Skúla kl. 19.30 í kvøld. Bjarni á Steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum heldur fyrilestur við heitinum "Cannabis sum heilivágur".

Tað verða í alt 54 fyrilestrar í tíðarskeiðnum 13. – 28. september. 5 fyrilestrar vera í Norðoyggjum, 14 í Eysturoynni, 9 í Norðurstreymoy, 19 í Tórshavn, 4 í Vágoy og 3 í Suðuroy.

Flestu av fyrilestrunum eru almennir, men summir eru skipaðir á arbeiðsplássum ella skúlum fyri fólkunum har. Spyr teg fyri, um tað er møguligt at sleppa at lurta, um tað er onkur av hesum fyrilestrunum, sum hevur tín serliga áhuga.

Skráin fyri Vísindavøkuna á ferð sæst her.

Lýst verður eisini við fyrilestrunum á Facebook síðuni hjá Granskingarráðnum. Einstøku fyriskipararnir lýsa eisini við fyrilestrunum.  

Sjálv Vísindavøkan verður í Tórshavn fríggjadagin 29. september frá kl. 8.00 til kl. 18.00.

 

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður