Hundrað umsóknir til skrivstovustarv

2016-07-25 13:15 Author image
Sigmund Vang

Tá fyrrverandi Ferðaráðið, sum nú í nøkur ár hevur itið Visit Faroe Islands, fyrr í ár søkti eftir einum skrivstovufólki, komu útvið hundrað umsóknir. Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, skilur væl áhugan:

- Tað eru nógvir føroyingar eftirhondini, sum hava fingið eyguni upp fyri ferðavinnu – og størvini í ferðavinnuumsiting eru framvegis avmarkað. Tí er áhugin stórur. Og so haldi eg eisini, at tað eru fleiri enn eg, sum meta tað vera nakað heilt serligt at arbeiða fyri sítt føðiland.


Spælandi venjari

Guðrið hevur bæði roynt at verið leiðari í Svøríki og í Føroyum, og tað er ein ávísur munur.

- Størsti munurin er støddin. Alt var nógv størri í mínum fyrrverandi starvi. Nógv fleiri marknaðir, samstarvsfelagar og sum heild nógv størri tøl. Og kenslan at arbeiða við einum pulserandi stórbýi var ein onnur, ið passaði mær sera væl.

-Í Føroyum ert tú sum leiðari ofta rættiliga tætt uppá tað, sum hendir, og tað hevur eisini sína sjarmu. Eg havi til dømis havt onkran í telefonini, sum hevur ilskast inn á, at hegnið hjá honum varð traðkað niður, sannlíkt av ferðafólki. Hetta hevði nokk ikki komið fyri í mínum fyrrverandi størvum, sigur hon við einum lítlum brosi.

Men at taka sær av praktiskum uppgávum, dámar Guðrið eisini væl, sjalvt um tað nokk er á tí meira umsitingarliga, at hon hevur sín serførleika.

- Vit eru eitt lítið toymi, so her hjálpast vit øll at. Eg haldi meg meira vera ein ”spælandi venjara”, sum eisini taki hond við í tí praktiska, sigur Guðrið.


Gott fólk

Tað ljóðar ofta sum ein skøvað pláta, tá leiðarar, ið hava fingið ein hvønn heiður, verða spurdir, hvussu tað ber til, at júst hon ella hann blivu vald. Heiðurin fer aloftast beint víðari til starvsfólkini, og tað er í grundini skilligt, tí uttan starvsfólk, eingin leiðari. Guðrið Højgaard vísir eisini á dugnaligu og sera smidligu starvsfólkini hjá Visit Faroe Islands, tá hon fær hendan spurning.

- Sum sagt, so hevur áhugin fyri teimum størvum, vit hava søkt eftir, verið rættiliga stórur. Tí hevur tað borið til at sett sera dugnalig og fleksibul starvsfólk, sum hava lyft uppgávuna saman við mær, sigur hon.


Fína umrøðu

Tey sum hava fylgt við føroyskari ferðavinnu seinnu árini, vita, at tað er hent nógv. Tølini tala sítt greiða mál. Ein uppgerð frá 2010/11 vísir, at tað tá vóru 89.000 ferðafólk í Føroyum. Fyribils uppgerðir fyri 2014/15 vísa, at tað hetta tíðarskeið vitjaðu 150.000. Tó at sólarmyrking var í fjør, so er tað ikki hon, sum ber vøksturin, tí flestu teirra, sum komu at hyggja, gistu umborð á ferðamannaskipum, og hesi eru ikki tald við. Útlendski áhugin fyri Føroyum er generelt veksandi.

Eitt av aðalmálunum hjá Guðrið hevur verið at kunnað um Føroyar uttanlands, uttan at brúka alt for nógvar pengar. Tað verður millum annað gjørt við at bjóða útlendskum miðlafólkum hendan vegin. Ella rætt skal vera rætt. Eftirhondini er áhugin fyri at koma hendanveg sum miðlafólk somikið stórur, at fleiri og fleiri fjølmiðlafólk eisini sjálvi spyrja seg fyri at koma at vitja Visit Faroe Islands. Tá snýr tað seg um at velja tey bestu út millum øll, sum spyrja.

Í fjør vitjaðu yvir 200 miðlafólk, og fleiri av teimum umboðaðu størstu miðlar í heiminum – eitt nú New York Times og National Geographic.


Væl nøgd

Eitt annað av aðalmálunum hjá Guðrið Højgard hevur verið at fingið til vega hagtøl fyri føroyska ferðavinnu. Millum annað eru kanningar gjørdar, sum vísa hvussu nøgd ferðafólk eru, eftir at hava vitjað her. Og tey tølini eru rættiliga vøkur á at líta. Tá Ferðaráðið fekk nýtt navn, og átakið ”Un-” (Unspoiled, unexplored, unbelivable og líknandi) varð sett í verk, nýggjur samleiki gjørdur og aðrar broytingar framdar, blivu 5000 ferðafólk, ið høvdu vitjað Føroyar, spurd um sítt uppihald. Av teimum svaraðu 98,8 prosent, at tey vóru nøgd við vitjanina. Heili 74 prosent svaraðu, at tey gott kundu hugsað sær at komið aftur og vitjað.

- Hetta eru góð skoðsmál, hóast vit vita at flestu ferðafólk, sum vitja, í síðsta enda nokk bert vitja her einaferð, sigur Guðrið Højgaard.

  

placeholder

Meira langlesnaður