Vit skulu rinda fyri fingramerki í passum

2016-08-01 15:28 Author image
Dimma

Fingramerkið er vorðið partur av passum, ið verða útskrivað í Føroyum. Tá ið tú fært nýtt pass, skalt tú lata títt fingramerki í sambandi við umsóknina. Fingramerkið verður goymt í flísini og ger tað lættari hjá passmyndugleikum at kanna eftir, um passið er ektað. Børn undir 12 ár skulu tó ikki lata fingramerki.

Passlógin, sum er galdandi í Føroym, hevur ikki verið dagførd í fleiri ár. Gjørdar eru seks lógarbroytingar í Danmark í tíðarskeiðnum frá 1999 til 2013, millum annað um fingramerki í passum. Sum kunnugt kunnu føroyingar velja danskt ES-pass.

Passið er eitt týðandi skjal fyri at kunna vátta sín samleika, og tí eigur hendan lóggáva at verða dagførd regluliga, so at vit ikki koma í ta støðu, at spurningar kunnu vera settir við okkara pass, verður sagt í ískoytinum til løgmansrøðuna. Uppskot um dagføring av passlógini í Føroyum verður tí lagt fyri løgtingið í heyst.

Við uppskotinum verður ásett, at eitt serstakt gjald skal latast fyri at fáa talgild fingraprent í passið. Í Danmark er talan um 25 krónur. Samstundis verður gjaldið fyri pass til vaksin og fyri pensjónistar dagført, so at kostnaðurin verður nakað hægri.

placeholder

Meira langlesnaður