105 ára gamli skrivaran hjá Goebbels: Vit vistu einki

2016-08-17 14:22 Author image
Dimma

- Eingin trýr mær nú, men eg visti einki. Alt var hildið loyniligt.

Ein filmur er gjørdur um lívið hjá Brunhilde Pomsel, 105 ára gamla skrivaranum hjá Joseph Goebbels. Hon livir enn og hevur gjørt fleiri samrøður í sambandi við filmin.

Sambært henni visti hon einki um allar teir ræðuleikarnar, sum Týskland framdi undir Hitler.

- Tey fólkini, sum í dag siga, at tey høvdu mótmælt nazismuni – eg trúgvi tey meina tað, men trúgv mær, tey flestu høvdu ikki. Eftir at nazista-flokkurin kom til valdið var alt landið á ein hátt gandað, sigur Brunhilde Pomsel.

Nú filmur er gjørdur, "Ein deutsches Leben" (eitt týskt lív), hevur The Guardian gjørt eina samrøðu við hana, har hon opið tosar um at vera beint við ovastu leiðsluna í Nazi-Týsklandi. Sjálv minnist hon Joseph Goebbels sum ein kurteisligan, hampuligan og væl klæddan mann. Har var einki at finnast at.

Í filminum tosar hon um lívið, um gerandisdagin á skrivstovuni, sum lá Unter den Linden, í propagandaráðnum hjá Goebbels nærhendis Brandenburger Thor. Hon minnist fittu børnini hjá Goebbels, sum komu at vitja, og hon tosar um privatu síðuna av hennara fittliga stjóra, sum í veruleikanum var eitt bølmenni.

Tað vóru kortini fleiri høvi, har hon kundi raknað við og spurt seg sjálva, hvat gekk fyri seg. Eitt nú hvarv hennara jødiska vinkona Eva bráddliga, men hon trúði uppá, at hon varð send til onkra bygd í Sudetenland, tí har var tørvur á fleiri fólkum.

- Vit trúðu tí, vit ótu tað rátt, tað tóktist trúligt, sigur hon.

Ikki fyrr enn seks áratíggju seinni, spurdi hon seg fyri um vinkonuna Evu Løventhal. Hetta hendi í sambandi við eitt minningarhald fyri Holocaust í 2005. Ein maður fór ígjøgnum skjølini og staðfesti, at Eva varð send til Auschwitz í november 1943 og doyði í 1945.

Spurd, hví hon nú stendur fram eftir so nógv ár, svarar hon, at tað hevur einki við at gera, at hon skal lætta sær um samvitskuna. Hon viðgongur, at hon sat í hjartanum á nazistisku propaganda-maskinuni, men tað var fyri hana bara eitt gott starv í Týsklandi, sum hon fekk, tí hon skrivaði skjótt og væl.

Nú – 105 ára gomul – vónar hon bara, at heimurin ikki enn einaferð "verður vendur á høvdið", sum hon tekur til:

- Hesa lítlu tíðina eg havi eftir, vónandi heldur mánaðir enn ár, haldi eg fast við ta vón, at heimurin ikki verður vendur á høvdið aftur, sum tað hendi tá, hóast nógv bendir á tað. Eg eri glað um, at eg ikki havi fingið nøkur børn, sum eg skal vera bangin um.

 Hitler saman við Goebbels og konu hansara Magdu

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður