Putin biðin um at bumba Føroyar?

2016-05-26 23:13 Author image
Dimma

Floksleiðarin í høgravíðgongda russiska flokkinum LDPR, Vladimir Zhirinovsky, hevur eftir øllum at døma heitt á russiska forsetan um at vísa øllum heiminum sína styrki við at sleppa einari kjarnorkubumbu yvir eina oyggj 200 fjórðingar úr Skotlandi.

Tað kann vera Føroyar, hann meinar við.

Russiski topppolitikari er komin við teimum skelkandi boðunum fyri at gera tað greitt, at Kreml er sinnað at prógvað sína hernaðaligu megi fyri restini av heiminum. Og fyri at vísa, at Russland framvegis er ein meginleikari á altjóða pallinum.

Hetta skrivar Mirror í Bretlandi, sum hevur søguna frá einari beinleiðis sending í russisku sjónvarpsrásini Rossia 1. Sambært Mirror verður Zhirinovsky endurgivin fyri at siga nakað soleiðis:

"Í Norðsjónum er ein lítil oyggj, eitt lítið land við 200.000 íbúgvum. Brússel átti at sagt: Hygg, her er ein oyggj. Nú er eingin oyggj. Landið er ikki til longur. Vit skuldu víst, hvat okkara kjarnorkumegi er før fyri."

Tað er ikki greitt, hvat fyri land hann vísir til heilt ítøkiliga. Føroyar, eins væl og Hetland ella Orknoyggjar, kunnu liggja í økinum, hann peikar á, men tað passar ikki til fólkatalið. Tað kann eisini vera Ísland, har fólkatalið hóskar eitt sindur betur, men landafrøðin ikki er eins neyv.

Kreml hevur ikki viðmerkt tíðindini, sambært Mirror.co.uk.

Greinin er at lesa her.

Viðmerkingarnar koma í kjalarvørrinum á einum stríði, sum er íkomið, tí USA og Nato vilja seta upp ein nýggjan radaraskjøldur í Evropa, nærhendis Svartahavinum. Russarar taka hetta sum ágang móti teimum, og Putin hevur longu hótt við at svara aftur, skrivar Mirror.co.uk.

Vladimir Zhirinovsky er kendur fyri sínar margháttligu og víðgongdu útsagnir. Hann er anti-vesturlendskur populistur við einum nationalistiskum orðaleiki, sum eisini verður skírdur fasistiskur. Ikki øll taka hann í álvara, men hann hevur eisini sínar stuðlar, og tá ið hann fylti 70 ár nú mikudagin, komu fleiri enn 5.000 fólk at heiðra hann. Hann hevur stovnað høgraflokkin The Liberal Democatic Party of Russia, sum hann er formaður í.

placeholder

Meira langlesnaður