Ein vøggustova afturat

2017-04-07 10:30 Author image
Sigmund Vang

Barnatalið í Tórshavnar kommunu hevur tikið dik á seg, og seinastu tíðina hava dagstovnarnir verið fullmannaðir. Tí víðkar kommunan um talið á plássum og hevur latið nýggja vøggustovu upp.
Tað skrivar kommununan á heimasíðu síni.
Nýggja stovan lat upp mánadagin 3. apríl í Býlingshúsinum undir Brúnni soleiðis, at øll foreldur, sum hava biðið um pláss á dagstovni, fáa børn síni á stovn.
Í løtuni arbeiða handverkarar í húsinum og laga eitt rúm til í niðaru hæddini til eina barnagarðsstovu, og eitt rúm í ovaru hæddini er gjørt til nýggja vøggustovu. So nú eru tvær stovur til vøggustovubørn í Býlingshúsinum undir Brúnni. 
Eyð Skúvadal er leiðari í Býlingshúsinum undir Brúnni.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður