Byggivinnan bara veksur

2016-06-13 15:41 Author image
Dimma

Tað grør um gangandi fót í nógvum vinnum í Føroyum. Í mars í ár vóru 700 fleiri løntakarar enn somu tíð í fjør, og síðan 2013 hevur talan verið um ein javnan vøkstur. Í mars vóru 25.245 løntakarar í Føroyum tilsamans, tá ið talið er árstíðarjavnað.

Hetta upplýsir Hagstovan.

Vøksturin er í øllum høvuðsvinnubólkum. Samlaði vøksturin er 2,9 prosent. Allir høvuðsvinnubólkar hava eina framgongd á meira enn 2 prosent. Men í byggivinnuni, har stórt virksemið er í løtuni, er vøksturin tó væl størri.

Vøksturin í byggivinnuni er 7 prosent hetta seinasta árið. Í mars vóru 3.477 løntakarar í mars, tað eru 228 fleiri enn fyri einum ári siðan. Talið á fólkum er tó ikki komið heilt upp á sama stig sum fyri fíggjarkreppuna. Í 2008 vóru upp móti 3.900 løntakarar í byggivinnuni.

 

placeholder

Meira langlesnaður