Volvo kring Føroyar næstu dagarnar

Mynd: Volvo kring Føroyar/FB

Volvo kring Føroyar næstu dagarnar

2017-07-20 15:37 Author image
Leif Láadal

Súkklukappingin Volvo Kring Føroyar, sum ikki varð hildin í fjør, hevur reist seg aftur í ár og byrjar hóskvøldið 20. juli klokkan 18.

Tríggir teinar eru, og hóskvøldið verður súkklað Tórshavn - Vestmanna - Tórshavn.

Fríggjadagin byrjar kappingin eisini klokkan 18, og tá verður súkklað Tórshavn - Eiði - Saksun - Tórshavn.

Kappingin endar leygardagin, tá súkklað verður Tórshavn - Funning - Eiðisskarð - Eiði - Tórshavn. Byrjað verður at súkkla leygardagin klokkan 15.

Meira langlesnaður