Volvo Kring Føroyar: Torkil vann fyrsta umfar

Volvo Kring Føroyar: Torkil vann fyrsta umfar

2017-07-21 10:53 Author image
Leif Láadal

Besti føroyski súkklari í løtuni, Torkil Veyhe, vann fyrsta umfar av Volvo Kring Føroyar í gjárkvøldið. Súkklað varð úr Havn til Vestmanna og aftur til Havnar. Torkil var heila 8.34 min frammanfyri nummar tvey, sum bleiv Torquil Clyde frá Oykney. Jan Hjaltalin Olsen bleiv nummar trý. Vinnaratíðin hjá Torkili varð 2.31.31.

Hjá kvinnum vann Olga Hamilton úr Hetlandi. Hon vann trygt á nummar tvey, ið varð Birita Poulsen út Vestmanna. Hjá motionistum varð tað ungi vestmenningurin, Tóri Thorleifsson, ið vann. Næstur honum var Kjartan Egholm, upplýsir Súkkling og triatlon í FØ á Facebook-síðu síni.

Annað umfar av trimum verður súkklað í fríggjakvøldið. Tá eitur teinurin Tórshavn - Eiði - Saksun - Tórshavn. Leygardagin er síðsta umfar, sum er Tórshavn - Funning - Eiðisskarð - Eiði - Tórshavn.

placeholder

Meira langlesnaður