Kvinnupolitiskur spurningur í leikriti

2016-06-02 09:27 Author image
Dimma

- Í øllum tí, hon skrivaði, sæst týðiliga, at hon heldur við tí kúgaða partinum, tí, sum er við sviðusoð.

Soleiðis sigur Árni Dahl, ið stendur fyri forlagnum FANNIR, ið aftur gevur út leikrit í bók.

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið spældir í Føroyum. Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.

Nú kemur so átjanda leikritið, ”VÓNBROT”, sum danski høvundurin Charlotte Eilersgaard skrivaði miðskeiðis í 1890-unum. Á donskum nevnist leikurin ”GERTRUD”. Hetta er leikur  í tveimum pørtum. Kristin í Geil týddi til føroyskt. Leikurin hevur, tað vit vita, bara verið leiktur í Havn. Hetta var í 1928.

- Verkini hjá Charlotte Eilersgaard viðgera serliga tær broytingar, sum hendu innanhýsis, tá ið kvinnur fóru at vita til sín sum kvinnur og hildu uppá, at tær kundu fara út at arbeiða, sigur Árni Dahl, sum hevur valt tekstir, skrivað viðmerkingar og lagt til rættis.

- Hesum viðvíkjandi var sjónarhorn hennara tvítýtt: Hon viðurkendi, at tað var eitt framstig, at kvinnur løgdu til brots í politiskum starvi og fingu møguleika at fara út at arbeiða. Men hinvegin helt hon, at øll vóru best farin, kundu møður vera um børnini heima.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

Leikrit 18 er 90 síður.

 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður