Vónin fær virðisløn

Mynd: Vonin.com

Vónin fær virðisløn

2017-09-14 11:50 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í hesum døgum er stevnan Icelandic Fisheries Exhibition and Awards hildin í Kópavogi í Íslandi. Talan er um stevnu ið vil sýna fram fiskivinnu í Íslandi og hvørji avrik og nýbrot hon megnar at skapa. Føroyska fyritøkan, Vónin, var partur av stevnuni, og vann hon eisini heiðurslønina "Smart award". Tað upplýsir eitt tíðindaskriv og heimasíðan hjá Vónini.

Hendan heiðurslønin er givin, vegna nýhugsandi loysnina, Vónin hevur ment, ið kallast 'The Flyer'. Hetta er ein skipan við smáum lemmum ið verða settir evst á trolið, soleiðist at trolið letir seg betri upp og ikki smokkar saman. 

Í grundgevingunum fyri at Vónin fekk hesa virðisløn var sagt, at 'The Flyer' er eitt nýbrot tá talan er um at lyfta trol. Aðrar loysnir ið verða nýttar at lyfta trol, so sum flot, eru bæði vanligari og minni effektivar. 'The Flyer' er eisini sagt at vera meira umhvørvisvinarligt, tí flot ofta brotna ella detta av, og tískil verður ikki eins nógv plastikk liggjandi á havbotninum. 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður