Vónin fór fyri 333 milliónir krónur

2016-07-07 23:06 Author image
Jógvan Samuelsen

Tað kom púra óvart á, at eigararnir í Vónini fyri trimum mánaðum síðan gjørdu av at selja íslendska felagnum Hampiðjan partapeningin í føroyska trolvirkinum.

Áðrenn tað, hevði Vónin roynt at fingið fatur á íslendska felagnum, men tann ætlanin miseydnaðist, og tað sá út til, at partarnir høvdu sligið seg til tols við, at teir skuldu kappast um marknaðin.

Men hálvan mars bórust tíðindini um, at íslendska felagið hevði gjørt avtalu við eigararnar av trolvirkinum Vónini um, at íslendska felagið keypti partabrøvini í føroyska felagnum.

Tá varð sagt, at orsøkin til avgerðina at selja var, at eigararnir høvdu fingið eitt so gott tilboð, at teir kundu ikki siga nei.

Í fyrsta umfari vildu partarnir ikki kunngera prísin, men í og við, at Hampiðjan er skrásett á First North keypskálanum í Íslandi, skuldi prísurin kunngerast seinni.

Tað hendi 20. juni í ár.

Í skrivi á heimasíðu síni skrivar Hampiðjan, at samlaði prísurin fyri partabrøvini í pf. Von, sum er móðurfelagið, var 333 milliónir krónur.

Íløgufelagið Tjaldur átti, gjøgnum dótturfelagið Kerið, 73,381 prosent av partabrøvunum, og tað vil siga, at Tjaldur fekk slakar 245 milliónir krónur fyri síni partabrøv. Vit hava í Dimmalætting fyri í morgin skrivað, at Tjaldur fekk 320 milliónir krónur, men tað er ikki rætt. Hinar 80 milliónirnar eru býttar millum hinar eigararnar, har Norðoya Íløgufelag átti 21 prosent og tí fekk slakar 70 milliónir krónur í sín part.

Íslendska felagið hevur fíggjað keypi við einum láni uppá 36 milliónir evrur frá Arion Banka. Restina tekur Hampiðjan av tøka peninginum.

Lyklatøl pf. Vónin og pf. Von:

Umsetningur 59,3 mió. EUR (442 mió. DKK)
EBITDA 6,9 mió. EUR (51,5 mió. DKK)
Avlop eftir skatt 3,1 mió. EUR (23 mió. DKK)
Eginogn pf. Von (2014) 162 mió. DKK

Eigarar:
Spf. Kerið: 73,381%
Pf. Norðoya Íløgufelag: 21%
Aðrir: Umleið 5,6% 

placeholder

Meira langlesnaður