Vónleyst at steðga sølu av grind

Mynd: Sigmund Vang

Vónleyst at steðga sølu av grind

2017-08-10 11:42 Author image
Georg L. Petersen

Tað er ymiskt hvat sýslumenn halda um tað at selja grind, hóast eingin teirra ger tað sjálvur. Men semja er millum sýslumenninar Karl Johansen og Jacob Vestergaard um, at tað er vónleyst at steðga allari sølu. Sýslumaðurin í Norðoyggjum fer helst at taka málið upp við grindaformenninar í økinum.

Eg havi ongantíð selt sjálvur, og hava bara nóg mikið til meg sjálvan. Men tað ber illa til at steðga øðrum at selja, tí tey eiga jú sín part, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður í Eysturoynni.

Men eg haldi, at tað til tíðir kann tykjast ódámligt, leggur hann afturat.

Hvat grindaformenn og aðriri gera, er upp til teir, og tað kann vera freistandi at selja, serliga tá nógv grind er í økinum, millum annað í Hvannasundi. Grind er altíð seld, og eg havi einki ímóti at onkur grindaformaður fer til dømis í Vágsbotn at selja. Men tá heilsølur og onnur bjóða yvirprís, so er tað púrasta burturvið. Men tað er vónleyst at seta eitt bann, tí talan er um eina avtalu millum tveir partar. Gerst tað ikki alment, ber tað ikki til at gera nakað við tað, sigur Karl Johansen, sýslumaður í Norðøkinum, har nógv teir flestu grindirnar hava lagt beinini í ár.


Brot úr longri grein í Dimmalætting hesaferð

placeholder

Meira langlesnaður