Uppboðssølan: Vørn ikki heimild at taka avgerð

2016-07-26 13:39 Author image
Sigmund Vang

Vørn hevur ikki heimild at nokta reiðaranum á Norðingi rætt at keypa kvotur á uppboðssølu, um viðkomandi lýkur treytirnar fyri at keypa, ið eru ásettar í kunngerð um uppboðssølu av makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016.

Tað upplýsir Vørn í dag í skrivi, sent miðlunum.

- Treytirnar fyri at keypa, sambært grein 2 í kunngerð nr. 78 frá 29. juni 2016, eru, at eigarin skal hava fiskifar undir føroyskum flaggi, sum hevur veiðiloyvi. Afturat hesum hevur Vørn skyldu at tryggja, at keyparar seta nøktandi trygd fyri, at peningurin verður goldin.
Vørn er almennur stovnur, og eins og fyri aðrar almennar stovnar krevst heimild fyri fyrisitingarligum avgerðum. Vørn hevur ikki heimild at seta aðrar treytir til reiðarar, sum keypa kvotur á uppboði, ella at taka avgerð í trætum millum reiðarar og manningarfeløg.Vørn skilur ikki Axel Hansen, nevndarlim í Føroya Fiskimannafelag, tá hann sigur, at Vørn ikki hevur hildið sínar skyldur í sambandi við uppboðssølurnar, skrivar Vørn.

  

 

placeholder

Meira langlesnaður