Voxbotn skal sjálvt gjalda fyri sjúkrabil

2016-06-23 16:35 Author image
Sigmund Vang

Mánadagin fingu fyriskipararnir at vita, at Landssjúkrahúsið skal hava millum 6000 og 7000 krónur fyri ein eyka sjúkrabil, ið skal vera tøkur, tá so nógv fólk savnast, sum í Vágsbotni til Voxbotn.

Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur at tað ikki er óvanligt, at stór tiltøk gjalda, um tørvur er á eyka tilbúgving, har nógv fólk savnast. Hetta verður millum annað gjørt, tá stórir fótbóltsdystir eru, á ólavsøku og eisini varð tað gjørt, tá tiltakið ”Við Múrin” bleiv hildið í Kirkjubø.

Rúni Djurhuus heldur tað vera eitt sindur løgið, at slík tilbúgving ikki kann vera ein partur av vanliga virkseminum hjá almenna heilsuverkinum, men tað verður so ikki mótmælt, nú ein eyka rokning kemur, sigur hann.

- Hetta er fyrstu ferð, vit skulu gjalda, sjálvt um tað hevur verið eyka tilbúgving øll árini, og tað er so tað, men Landssjúkrahúsið kundi havt sagt okkum frá eitt sindur fyrr, og ikki fimm dagar áðrenn, sigur fyriskiparin.

placeholder

Meira langlesnaður