VOXBOTN: Vit kunnu ikki verja okkum móti øllum

2016-06-26 21:23 Author image
Dimma

- Hatta er fullkomililiga vitleyst. Eg havi ikki orð fyri tí.

Rúni Djurhuus, stjóri fyri stóra tiltakinum Voxbotn, er líka skelkaður sum øll onnur. Tað kundi gingið heilt galið, tá ið ein ungur maður setti seg ytst á tromina á Hotel Tórshavn, meðan festivalurin Voxbotn fór fram í Vágsbotni.

Eini 6.000 fólk vóru á økinum, og alt tiltakið sum so gekk væl og hampiliga fyri seg, sigur Rúni Djurhuus. Vaktarhaldið var væl skipað, heldur hann, og einir 120 vaktir skuldu tryggja trygdina á økinum. Men so er tað tann eina hendingin, sum veruliga loypti hvøkk á fólk – og ikki minst fyriskiparan sjálvan. Ein maður sat bráddliga á tromini ovast á hotellinum við beinunum útav í eini fimtan metra hædd.

- Álvaratos. Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Hvat fær fólk at gera slíkt? Hetta er so vilt og langt úti. Vit kunnu bara gera okkara allarbesta, og tað gera vit. Hatta er bara so yvirdrivið og vilt, at vit kundu ikki forða fyri tí, sigur Rúni Djurhuus.

Tað verður tøgn eina løtu í telefonini, og so heldur hann áfram.

- Eg fekk ilt í búkin av tí. Hann setir ikki bara sítt lív í vanda, men hann setir eisini lívið hjá øðrum í váða. Vit royna at gera okkara besta, og vit mugu taka tað upp. Eg haldi veruliga, at fólk uppførdu seg fyrimyndarliga, men hetta kann gera tað trupult. Vit kunnu ikki koyra vaktir alla staðni.

Løgreglan hevur víst á, at Voxbotn hevur ábyrgdina av vaktarhaldinum inni á økinum, og tað ábyrgdina hevur Voxbotn eisini tikið á seg. Teir fleiri enn 100 vaktirnir syrgdu fyri, at tað ikki var trokað framman fyri pallin, og at trygdin var í lagi. Og so tóku teir sær annars av øllum tí, sum stakk seg upp; Rúni Djurhuus veit ikki um nakrar álvarsligar tilburðir.

Voxbotn fer nú at eftirmeta allan tónleikafestivalin í Vágsbotni, og har fer hendan eina hendingin, umframt ein onnur, har ið fólk stóðu á takinum á Sirkus, at fylla nakað nógv.

- Vit fara at hava ein eftirmetingarfund í næstu viku, tí hetta má ikki henda aftur. Men álvaratos,  hvat kann man gera, tá ið fólk uppføra seg soleiðis? Skulu vit seta ein vakt í hvørt vindeygað. Hatta er so býtt, at vit kunnu næstan ikki verja fyri tí, sigur Rúni Djurhuus.

Les eisini: Voxbotn kundi endað heilt galið

placeholder

Meira langlesnaður