Voxbotn kundi endað heilt galið

2016-06-26 10:17 Author image
Dimma

- Hetta er sera tápuligt. Men vit høvdu einki við tað at gera, tí vit hava ikki ábyrgdina inni á økinum. Tað hava fyrireikararnir.

Soleiðis sigur vakthavandi á politistøðini um eina hending mitt í nátt í sambandi við tiltakið Voxbotn.

Ein ávirkaður ungur maður var sloppin upp á takið á Hotel Tórshavn, og har setti hann seg við báðum beinum út av tromini og drakk, meðan hann lurtaði eftir tónleiki.

Nógv fólk sóu tilburðin niðri av vegnum í Vágsbotni, og tey tóku myndir, sum tey løgdu út. Løgreglan var ikki tilkallað, tí hon hevur ikki ábyrgdina inni á økinum, og tí máttu fyrireikarnir taka sær av tí. Dimma.fo veit ikki, hvør fóru eftir manninum, men hann kom niður aftur tann rætta vegin. 

Vitni siga við dimma.fo, at onkur skrykti í mannin, og tíbetur datt hann tann rætta vegin.

- Hetta er sera vandamikið spæl, og tað skal ikki serliga nógv til at missa javnvágina í kenningini. Hetta kundi endað heilt galið, sigur vakthavandi, sum øtast um tað, ið hendi í nátt.

Hetta var nevniliga ikki einasta staðið, har fólk fóru upp á takið, hóast tað mundi vera tað vandamiklasta. Eisini á Sirkus høvdu fleiri fólk leitað sær upp á takið at hyggja og lurta, og løgreglan sjálv varð boðsend til Tinghúsið, har fleiri fólk vóru uppi á takinum.

- Tinghúsið er uttan fyri økið, og tí tóku vit okkum av teirra hendingini. Teir menninir vóru tiknir niðir, og teir fáa eina bót fyri brot á viðtøkurnar, sigur Vakthavandi.

Ein hópbardagi í Tórsgøtu millum einar fimtan mans endaði eisini í politirapportini hjá løgregluni, sum mátti skilja óðu menninar við piparspray. Hetta var um 2-tíðina í nátt. Løgreglan var eisini tilkallað til eini hús í Havn, har maður og sonur vóru farnir til hendurs.

Nógv var at gera, sigur vakthavandi, men tíbetur hendi eingin álvarsligur skaði, tó at tað lættliga kundi hent við teimum tilburðum, sum vóru.

placeholder

Meira langlesnaður