Volkswagen seldi flest bilar í fjør

2017-01-30 14:33 Author image
Sigmund Vang

Eftir at hava verið tann bilaframleiðarin, sum seldi flest bilar frá 2012 til 2015, bleiv Toyota yvirhálað av Volkswagen í fjør. Í eini uppgerð, sum e24.no vísir til, sæst at sølan av bilum frá Volkswagen samlað varð 10,3 milliónir í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 3,8 prosent í mun til árið fyri. Samlaða sølan av Toyotabilum vaks eisini - 1,3 prosent - men tað var ikki nóg mikið til at varðveita plássið sum mest selda bilaslag. Samlað blivu 10,2 milliónir Toyotabilar seldur í 2016.


Kelda og lesið meira HER

 

Meira langlesnaður