Watson við føroyskar alarar: Fóðra tit við grind?

2016-07-01 14:50 Author image
Sigmund Vang

Átakið verður rópt Bloody Fjords, og ætlanin er sambært Paul Watson, sum 23. juni í ár hevur skrivað um tað á heimasíðuni onegreenplanet, at framleiða ein nýggjan dokumentarfilm, eins og løgfrøðiligt-, fjølmiðla- og fíggjarligt trýst skal gera, at føroyingar halda uppat at drepa grind.

Í sambandi við fíggjarligu átøkini, sigur Paul Watson seg vera nærum vísan í, at grind verður brúkt sum fóður í alivinnuni. Hann sigur, at nøgdirnar á tvøsti og spiki eru alt ov stórar til at føroyingar sjálvir kunnu klára at eta tær – serliga tá havt verður í huga, at helvtin av føroyingum als ikki etir grind, eins og tilráðingar siga, at hvør vaksin føroyingur ikki eigur at eta meira enn 250 gramm um mánaðin.


Spurt alararnar

Paul Watson kemur til ta niðurstøðu, at grindin sum leypir av, má verða brúkt til fóður í alivinnuni – annað ber ikki til. Hann hevur tí spurt tær tríggjar fyritøkurnar Bakkafrost, Hiddenfjord og Marine Salmon um hetta er so, men sigur seg ikki hava fingið nakað svar.

- I have not received a single response and their fish food stocks are very closely guarded, skrivar Paul Watson.

(Eg havi ikki fingið eitt einasta svar og aliøkini eru sera væl vard)

Sea Shepherd fer komandi tíðina at heita á fólk í teimum londum, sum keypa føroyskt aldan laks frá Bakkafrost, Hiddenfjord og Marine Salmon, um ikki at eta hann, tí hann kann innihalda grind og springara, verður sagt.

Enska orðingin ljóðar soleiðis:

”Therefore Sea Shepherd has started a campaign to have consumers and distributors boycott the products of these three companies because there is a very real possibility that when people eat Faroese salmon they may also indirectly be eating pilot whales and dolphins.”


Kelda: onegreenplanet.org

placeholder

Meira langlesnaður