Westward Ho fær meira pengar

Mynd: torshavn.fo

Westward Ho fær meira pengar

2017-11-24 11:51 Author image
Leif Láadal

Á býráðsfundi mikukvøldið hækkaði býráðið í Havn játtanina til virksemið kring sluppuna Westward Ho úr 250 túsund til 450 túsund krónur. Tað upplýsir kommunan á heimasíðu síni.

Endamálið er at eiga, umvæla og varðveita Westward Ho soleiðis, at nútíðin og eftirtíðin fáa høvið at gera seg kunnug við, hvussu hetta skipaslagið var, og undir hvørjum korum føroyskir fiskimenn tá virkaðu, sigur kommunan. 
Sluppin verður brúkt til almannagagnlig endamál, so sum skúlaskip, umboðan innan- og uttanlands, serligar merkisdagar, ávísar leigutúrar o.s.fr. 

Kelda: torshavn.fo

placeholder

Meira langlesnaður