White Guide: KOKS nummar 12 í Norðurlondum

Mynd: Jens Kr. Vang

White Guide: KOKS nummar 12 í Norðurlondum

2017-06-27 11:57 Author image
Leif Láadal

Viðurkendi matlistarligi bóklingurin White Guide hevur seinastu trý árini havt eina serliga norðurlendska útgávu. Nú er listin yvir bestu matstovur í øllum Norðurlondum avdúkaður fyri 4. ferð, og av teimum 341, sum eru á listanum, er KOKS úr Føroyum nummar 12, saman við einari danskari og einari norskari matstovu, sum eisini fáa 90 stig samlað. KOKS var nummar 17 í fjør.

Noma var nummar eitt fyrstu tvey árini árini, men Noma er ikki opið fyri tíðina. Í fjør var Esparanto ovast á listanum. Ein onnur viðurkend donsk matstova, Geranium (97 stig), hevur yvirtikið 1. plássi frá Noma. Esparanto (96 stig) í Stockholm er nummar tvey og Fäviken Magasinett úr Järpen í Norra nummar trý.

Nýggi listin sæst HER

placeholder

Meira langlesnaður