WHO í hernað móti krabbameini

2017-02-05 16:18 Author image
Simona Midjord

Í sambandi við altjóða krabbameinsdagin, sum var í gjár 4. februar, hevur altjóða heilsustovnurin WHO gjørt eina frágreiðing, har dentur verður lagdur á týdningin av at staðfesta sjúkuna so tíðliga sum gjørligt, so fólk kunnu koma í viðgerð so skjótt sum til ber og harvið fáa betri útlit til at basa sjúkuni.

- At staðfesta krabba seint, tá tað ikki í sama mun ber til at veita viðgerð, dømir nógv fólk til óneyðuga pínu og deyða, sigur Etienne Krug frá WHO, sum er serfrøðingur í kroniskum sjúkum og krabbameini.

Hann sigur, at serliga í sambandi við bróstkrabba, lívmóðurhálskrabba og tarmkrabba kann tað at fáa staðfest sjúkuna tíðliga og koma í viðgerð fáa fleiri fólk at yvirliva sjúkuna, samstundis sum útreiðslur av viðgerð høvdu minkað.

- At staðfesta krabba tíðliga minkar munandi um fíggjarligu ávirkanina av sjúkuni. Ikki bert tí útreiðslurnar av viðgerð minka, men eisini tí fólk kunnu halda fram við at arbeiða og forsyrgja sínum familjum, um tey koma í viðgerð í góðari tíð, sigur Krug.

Frágreiðingin hjá WHO staðfestir, at krabbamein er atvold til næstan sætta hvørt andlát um allan heimin. Hvørt ár fáa meir enn 14 milliónir fólk staðfest krabbamein, og mett verður, at í 2030 verður hetta talið komið upp á 21 milliónir. Og hvørt ár doyggja umleið 8,8 milliónir fólk av krabbameinssjúku.

WHO ásannar, at avbjóðingin er størst í fátæku londunum, har umstøðurnar at staðfesta og viðgera krabbamein eru verri enn í framkomnu londunum. Stovnurin vísir eisini á týdningin av, at fólk fáa fíggjarliga hjálp til at fara í viðgerð, tí ofta er tað kostnaðurin av viðgerð, sum fær fólk at aftra seg við at fara til lækna.

Kelda: Reuters

placeholder

Meira langlesnaður