Kvinnuráðstevna varpar ljós á javnstøðu og útbúgving

2016-05-16 18:35 Author image
Dimma

Í døgunum 16.-19. mai 2016, skipar felagsskapurin ‘Women Deliver’ fyri eini altjóða ráðstevnu í Keypmannahavn.

”Women Deliver” er ein av fremstu forsprákarum fyri heilsu, rættindi og trivnaði hjá gentum og kvinnum í øllum heiminum. Boðskapurin hjá felagsskapinum er, at raðfesta vit trivnað og heilsu hjá gentum og kvinnum, fáa vit eina burðardygga menning.

Á ráðstevnuni verður ljós varpað á rættindi hjá kvinnum til javnstøðu og útbúgving. Høvuðsevnið á ráðstevnuni er, hvussu mál um menning hjá ST skulu setast í verk, soleiðis at tey verða øllum heimsins gentum og kvinnum at gagni.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, varðar av javnstøðumálum og umsitur Harðskaparverkætlanina “Sig frá” og Heildarætlanina um kynsligan ágang.

Landsstýriskvinnan er serliga áhugað í at hoyra ymisku fyrilestrarnar um, hvussu vit kunnu basa harðskapi móti gentum og kvinnum, og hvussu fíggjarliga støðan hjá kvinnum í samfelagnum verður styrkt.

Triðja hvørt ár skipar felagsskapurin fyri altjóða ráðstevnu, og hetta er fjórðu ferð, at ein tílík ráðstevna verður hildin. Felagsskapurin væntar eini 5.000-6.000 luttakarar frá yvir 150 londum á ráðstevnuna. Teirra millum eru heimsleiðarar, fakfólk, fjølmiðlar og umboð frá myndugleikum og vinnulívi.

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður