Yngsti ríkisleiðari í heiminum

Mynd: EPA-EFE/FLORIAN WIESER

Yngsti ríkisleiðari í heiminum

2017-10-16 11:52 Author image
Leif Láadal

Um stjórnarsamráðingarnar eftir valið í Eysturríki í gjár enda við, at ÖVP, sum størsti flokkur, skipar stjórn, og leiðarin Sebastian Kurz verður samveldiskanslari, verður hann yngsti ríkisleiðari í heiminum. Sebastian Kurz er 31 ár.

ÖVP bleiv stóri vinnarin á valinum við 31,4 prosent at atkvøðunum. Tað er ein framgongd upp á góð 7 prosent í mun til valið í 2013.

Orsøkin til, at ÖVP fekk eitt so gott úrslit, er fyrst og fremst, sambært útlendsku tíðindastovunum, at flokkurin hevur givið lyftir um, at Eysturríki skal skipa sín flóttafólka- og innflytarapolitikk nógv strangari í framtíðini. Lægri loft fyri tal av innflytarum og lægri peningarligar játtanir til innflytarar eru nøkur av lyftunum.  

Úrslitið av valinum:

ÖVP: 31,36 % (23,99 % í 2013)

FPÖ: 27,35 % (20,51 %)

SPÖ: 26,75 (26,82 %)

Tey grønu: 3,32 % (12,42 %)

NEOS: 4,96 % (4,96 %)

PILZ: 4,14 %

  

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður