Yvirlit yvir arbeiðsloysi í Føroyum

Yvirlit yvir arbeiðsloysi í Føroyum

2017-10-23 16:36 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Hagstova Føroya hevur kunngjørt tøl ið vísa arbeiðsloysisstøðuna í Føroyum. Sum heild kann sigast at standa væl til. Arbeiðsloysi í øllum landinum hevur ligið millum 2,2 og 2,6% alt árið. Í alt eru 684 fólk arbeiðsleys í Føroyum í løtuni, og tað eru 113 færri enn um somu tíð í fjør.

Arbeiðsloysi er minst í norðara partinum av landinum, serliga í Eysturoynni og Norðoyggjum. Her liggur arbeiðsloysið um 1,2% og 1,3%.

Verri stendur til í Suðuroynni, ið hevur tað hægsta arbeiðsloysið í landinum, uppá 5,7%. Tað verður víst á, at høga arbeiðsloysið í Suðuroynni ikki er eitt eindømi fyri í ár, hóast tað er blivið sett í samband við eldsbrunan, ið var í uppisjóvarvirkinum Varðin Pelagic fyrr í ár. Arbeiðsloysið í Suðuroynni var hægri í fjør enn tað er í ár.

Av arbeiðsbólkum, ið eru býttir eftir kyni og aldri, er eisini ein stabbi ið skilir seg burturúr. 4,5% av kvinnum í aldursbólkinum 25-34 ár eru arbeiðsleysar. Tað er nógv tað hægsta talið av øllum arbeiðsbólkunum, og ein lutfalsliga stórur partur av kvinnunum í hesum arbeiðsbólkinum eru skrásettar sum arbeiðsleysar eftir forsorgarlógini. 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður