- Yvirupphitaði búskapurin er ein mýta

2017-01-15 19:51 Author image
Dimma

Útbyggingin av Tórshavnar Havn er í gongd. Fyritøkan J&K Petersen, ið skal gera arbeiðið, er í løtuni í ferð við at seta nýggj fólk í starv, millum annað sjafførar til tær ymsu maskinurnar, ið skulu nýtast í arbeiðnum.

Sambært leiðsluni á J&K Petersen eru 60 umsóknir komnar um størvini við at koyra maskinur, og 14 afturat eru komnar viðvíkjandi arbeiði á verksmiðjuni. Størvini skulu nú mannast sum skjótast.

- Vit eru fullkomiliga tiknir á bóli, sigur stjórin á J&K Petersen, Stein Olvur Petersen, um tær mongu umsóknirnar.

Stein Ólvur Petersen og tøknileiðarin Eyðfinn Lenvig síggja millum annað høga talið av umsóknum sum eitt tekin um, at í hvussu so er teirra vinna ikki er yvirupphitað. Teir meta, at kjakið, sum hevur verið í seinastuni um, at okkara búskapur er yvirupphitaður og at arbeiði ikki verður gjørt av tí, at nøgdin av arbeiðsfólkum og arbeiðsmegi ikki strekkir til, er bygt upp.

- Vit kunnu ikki siga annað enn, at tað er ein mýta, at man ikki kann gera arbeiði í anlegsvinnuni. Tað er ongin trupulleiki at finna fólk, sigur Stein Olvur Petersen.

- Eg trúgvi, at mýtan er bygd upp av einum ávísum lobbyvirksemi, men eg veit ikki hvar frá, sigur hann.

- Um man hyggur eftir teimum útboðunum, sum hava verið, so er tað einasta, sum eg veit, at ongin hevur bjóðað upp á Sørvágs skúla, leggur Eyðfinn Lenvig afturat, og teir báðir siga eisini, at í ongum førum er bert eitt tilboð komið, tá ið verkætlanirnar hava verið bjoðaðar út í seinastuni.

Lesið meira í blaðnum, sum kom í sølubúðirnar fríggjadagin

  

  

Meira langlesnaður