Útlendingamál: Schengen avgerð hvussu gongdin verður

2017-01-20 14:46 Author image
Sigmund Vang

Hósdagin var fundur millum Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum, og danska integratións- og útlendingaráðharran, Inger Støjberg, viðvíkjandi tilgongdini at taka yvir útlendingamál.

Tað upplýsir Uttanríkis- og vinnumálaráðið í tíðindaskrivi.

- Talan var um ein konstruktivan fund, har partarnir samdust um eina arbeiðsætlan, sum fyrst og fremst leggur dent á at røkka eini niðurstøðu viðvíkjandi Schengen-spurninginum, ið á mangan hátt treytar, hvussu yvirtøkan kann fara fram, verður sagt.

Gongst eftir ætlan, verður skjótt greitt, hvussu spurningurin um marknaðareftirlit kann skipast frameftir í sambandi við, at málsøkið útlendingamál verður yvirtikið. Tá ein niðurstøða fyriliggur í hesum spurningi, er endaligi yvirtøkuleisturin komin eitt stórt fet nærri. Tá kann farast víðari til politiska støðutakan.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður