Zacharias ber merkið oman á Vaglið í ár

Savnsmynd: Føroya Ríðingarfelag

Zacharias ber merkið oman á Vaglið í ár

2017-07-23 18:28 Author image
Leif Láadal

Í ár verður tað Zacharias R. Jacobsen, ið ber merkið og gongur á odda fyri skrúðgonguni, tá ólavsøkan verður sett, upplýsir Føroya Ríðingarfelag. Zacharias R. Jacobsen er fleirfaldur føroyameistari í tvíspor í kappríðing. 

Annars var tað sum flestum kunnugt í nógv ár Sverri Trónd, ið bar merkið vegna Føroya Ríðingarfelag. Men tá hann legði frá sær, valdi nevndin í felagnum at royna ein leist. har føroyameistarin í tvíspor, árið frammanundan, fær hendan heiður. Um føroyameistarin ber seg undan, er tað nevndin í felagnum ið velur fólk at vera flaggberi.


Kelda og lesið meira HER

placeholder

Meira langlesnaður