Zacharias Heinesen 80 ár í dag

2016-05-19 11:17 Author image
Dimma

Zacharias Heinesen er tann mest kopieraði føroyski listamaðurin yvirhøvur. Hendan útsøgnin hevur tíðum verið at hoyrt. Um hon er røtt, skal vera ósagt, men hon sigur nakað um tann týdning, sum Zacharias Heinesen hevur havt fyri føroyska myndlist.

Hansara litføgru brotamyndir, ofta við einari samanrenning millum føroyska náttúru og nútímans myndlist, eru so eyðkendar, at tær hava givið øðrum íblástur, men Zacharias sjálvur hevur ta ektaðu vøruna. Hóast hann er komin upp í árini, so leitar hann áhaldandi og gevur listini nýggj brigdi.

Zacharias Heinesen megnar sum fáur at tala til tey flestu. Hansara málandi landslagsmosaikkir eru bæði sveimandi og staðbundnar í senn. Hóast hann er abstraktur, so er ein sjónligur veruleiki til staðar. Tað ber snøgt sagt til at kenna seg aftur, um ikki í ítøkiliga staðnum, sum myndin er av, so í huglagnum, sum hon málar fram.

Kinna Poulsen, listaummælari, sigur, at 80 ára dagurin hjá Zachariasi Heinesen er ein merkisdagur hjá føroyskari list:

- Hann er tann elsti og mest elskaði av føroysku listafólkunum, hann er ein listamaður, sum alla tíðina megnar at bróta upp úr nýggjum, samstundis sum hann er erligur móti sær sjálvum, uttan at forsera ella koma framum seg sjálvan, sigur Kinna Poulsen.

Les heilsan frá Kinnu Poulsen á listaportalinum: Zacharias 80

Zacharias Heinesen debuteraði longu sum 15 ára gamal á ólavsøkuframsýningini. Hann var næmingur á Myndlista- og handíðaskóla Íslands í 1958-1959, og síðan fór hann á málaraskúlan á listaakademinum í Keypmanahavn árini 1959-1962.

Longu árini á akademinum í Keypmannahavn og síðan heimafturkomin í 1960 árunum var Zacharias sera nýskapandi og royndi seg bæði tøkniliga og í stíli. Frá 1970-árunum broyttist litdámurin frá tí sterka yvir í tað meira følna. Seinni gerst hann hugtikin av lívinum í flatum. Bygdin við havið gerst eitt høvuðsevni, og lodrættar, vatnrættar og skákstrikur geva myndunum kubistiskan dám við lívi og rørslu. Hóast málningarnir eru rættiliga abstraktir hevur málarin framvegis samband við sítt myndevni, og vit síggja húsaveggir og -tekjur, havnaløg, hav og fjøll í kompositiónum av stórum og smáum fýrkantaðum litaðum flatum.

Zacharias Heinesen er føddur 19. mai 1936, hann er sonur rithøvundan William og Elisu Heinesen. Hann býr á Varða, har hann enn málar við sama lag.

Vit á Dimmalætting ynskja Zachariasi Heinesen hjartaliga til lukku við degnum.

 

placeholder

Meira langlesnaður