Zlatan var avgerandi

2016-08-07 18:40 Author image
Simona Midjord

Enska fótbóltsárið byrjar vanliga við tí árliga Community Shield dystinum, ið er millum meistaran og steypavinnaran frá farna kappingarári. Soleiðis var eisini í ár, tá meistararnir Leicester City og steypavinnarin Manchester United møttust á Wembley.

Bæði liðini eru nakað broytt í mun til farna kappingarár, serliga Manchester United, sum við José Mourinho hevur nýggjan venjara og við Zlatan Ibrahimovic hevur ein nýggjan áleypara. Leicester City hevur mist miðvallaran N'Golo Kanté frá seinasta ári, men hevur í staðin fingið áleyparan Ahmed Musa.

Tað var tó eingin av teimum, sum setti hol á málskjótingina á Wembley í dag. Okazaki hjá Leicester var nær við, tá hann skallaði bóltin á yvirliggjaran, men fyrsta málið í dystinum kom, tá Jesse Lingard tók sakina í egnar føtur og fór framvið fleiri Leicester-spælarum, áðrenn hann legði Manchester United á odda 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Jamie Vardy fekk Leicester upp á javnt tíðliga í seinna hálvleiki eftir eina vána afturlegging frá Marouane Fellaini, men móti endanum av dystinum fekk Zlatan Ibrahimovic høvdið á eitt innlegg frá Antonio Valencia og skoraði til 2-1. Sostatt bleiv Zlatan avgerandi í sínum fyrsta týðandi dysti fyri Manchester United.

Næsta vikuskifti byrjar Premier League, og dystirnir í 1. umfari eru hesir:

Leygardagin 13. august:

Kl. 12:30 Hull-Leicester

Kl. 15:00 Southampton-Watford

Kl. 15:00 Burnley-Swansea

Kl. 15:00 Crystal Palace-West Bromwich

Kl. 15:00 Everton-Tottenham

Kl. 15:00 Middlesbrough-Stoke

Kl. 17:30 Manchester City-Sunderland

Sunnudagin 14. august:

Kl. 13:30 Bournemouth-Manchester United

Kl. 16:00 Arsenal-Liverpool

Mánadagin 15. august:

Kl. 20:00 Chelsea-West Ham

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður