- Eg eri nokk tað tey rópa ein arbeiðsnarkomanur

- Eg eri nokk tað tey rópa ein arbeiðsnarkomanur

Saman við beiggjanum stovnaði John Petersen í 1975 byggifyritøkuna J&K, og hann hevur ikki í hyggju at gevast fyribils

John Petersen er framvegis virkin í J&K (Mynd: Finnur Justinussen/Fotostudio)

2017-09-29 13:45 Author image
Leivur Hansen

Stálskipasmiðjurin úr Skopun hevur við sínum treiskni og ótroyttiliga virkishugi megnað at ment J&K Petersen Contractors til eitt av størstu og stinnastu byggifeløgum í landinum

- Tá tú hevur verið so aktivur, sum eg altíð havi verið, ber snøgt sagt ikki til bara at gevast við øllum eftir einum degi. Hetta má gerast so líðandi, og tí eri eg fegin um enn at kunna fara til arbeiðis.

Soleiðis sigur ein avgjørdur, men samstundis vælhýrdur og vælnøgdur John Petersen um orsøkina til, at hann - hóast tvey ár eru liðin, síðani hann fór um pensjónsaldur - framvegis er til arbeiðis nærum hvønn dag í kendu og virdu fyritøku sínari, sum hann stovnaði saman við elsta bróðurinum, Kristiani Anfinni, í 1975.

Haðani stavar styttingin J&K frá. Hóast eigarasamansetingin er broytt síðani, er navnið enn tað sama.

Frá at vera eitt av minstu byggifeløgum við einans fýra starvsfólkum í byrjanini, er felagið í dag góð 42 ár seinni eitt av teimum størstu og stinnastu í landinum við 150-170 starvsfólkum og hópin av størri og smærri byggiuppgávum kring landið.


Stálskipasmiðjur

John Petersen er føddur og uppvaksin í Skopun.

- Í juli næsta ár hava vit bæði Ragnhild gullbrúdleyp og 8. september verði eg 70, hugleiðir hann hugfarsliga.

Eftir at hava sagt fólkaskúlanum farvæl í 1962, fór John við trolaranum Magnusi Heinason sum messur.

(Lesnaðurin heldur fram undir myndini - Mynd Finnur Justinussen/Fotostudio)

Hann hevði altíð droymt um at verða sjómaður, men hesin dreymurin gjørdist honum ein sonn marra, tá hann lærdi veruliga sjólívið at kenna.

- Orsøkin var rætt og slætt, at eg var so óalmindiliga ringur av sjóverki, ásannar John Petersen við einum smíli.

So 1. januar 1965 fór hann sum 16 ára gamal ístaðin í læru sum stálskipasmiðjur á Skála Skipasmiðju, har hann var liðugur hálvtfimta ár seinni, í 1969.


Til Íslands

- Tá var eg eisini vorðin giftur, og vit bæði gjørdu av at fara til Íslands, har ein íslendingur, ið arbeiddi á Skála, hevði skaffað mær arbeiði á skipasmiðjuni á Norðfjørðinum. Henda skipasmiðjan skuldi júst tá fara undir at smíða stálskip, so tað hildu vit vera áhugavert. Sostatt var eg við til at hjálpa teimum at koma í gongd við at byggja stálskip.

- Tá vit høvdu verið har yviri í trý ár, fóru vit at hugsa um, hvørt vit skuldu verða verandi har yviri ella fara heim aftur. Vit høvdu tveir dreingir, sum tá nærkaðust skúlaaldri, og skuldu teir hava møguleika at læra seg nóg væl føroyskt, áðrenn teir fóru í skúla, ja, so var stundin komin til at taka eina avgerð.

- Hetta vóru ringar tíðir, og lítið var at gera. Ein tann týdningarmesta inntøkukeldan hjá okkum kom frá landingum av fiski. Lastbilar vórðu nógvi nýttir til hetta endamál í sjeytiárunum.

- Úrslitið varð, at vit komu heim aftur á heysti 1973 og settu búgv í heimbygdini Skopun, greiðir John Petersen frá.

Í januar árið eftir fór hann at læra til maskinist á Maskinskúlanum í Havn, har hann var liðugur eitt ár seinni.


Yvirtaka virksemið hjá pápanum

- Pápi mín hevði havt lastbilar síðani 1948 og koyrdi fyri fólk og kommunur í oynni. Í sjeytiárunum var partur av virkseminum eisini ferðafólkaflutningur, men hann helt uppat í 1975. Um sama mundið fóru eg og Kristian Anfinn í holt við at yvirtaka lastbilavirksemið og stovnaðu íognarfelagið J&K Petersen (broytt til partafelag í áttatiárunum,blm.).

- Hetta vóru ringar tíðir, og lítið var at gera. Ein tann týdningarmesta inntøkukeldan hjá okkum kom frá landingum av fiski. Lastbilar vórðu nógvi nýttir til hetta endamál í sjeytiárunum. Hetta var tó ikki nógmikið til at fáa endarnar at røkka. Eg hevði ein vinmann, sum var við rækjuskipinum Vesturvarða, og hann bað meg koma við sum avloysari í 1976. Hóast ringu royndir mínar á sjónum, tók eg av, og var við Vesturvarða í hálvanfjórða mánaða yviri í Grønlandi sum maskinmeistari.

- Ragnhild stóð hesa tíðina fyri rakstrinum av fyritøkuni. Vit høvdu sjaufførar at koyra lastbilarnar, Kristian Anfinn og Jógvan Lamhauge, sum í samfull 40 ár var í starvi hjá okkum. Hann veitir okkum enn eina hjálpandi hond, tá garðar og veggir skulu laðast. Hetta er hann sum tikin úr leikum til.

Kristian Anfinn fór úr felagnum fyrst í nítiárunum.


Tjenti til ein kranabil

Tá John kom heim aftur úr Grønlandi og fekk avrokning fyri túrin har yviri, hevði hann forvunnið sær nógmikið til at keypa ein kranabil fyri.

- Tú fekst ikki lán til nakað sum helst tá á døgum, og tí noyddust vit at gjalda úr egnum lumma fyri øll arbeiðsamboðini, sum vit høvdu brúk fyri.

(Lesnaðurin heldur fram undir myndini - Mynd: Finnur Justinussen/Fotostudio)

Øll tey fyrstu árini, frá 1975 til 1986, virkaði J&K Petersen burturav í Sandoynni.

Har var nógv at gera hesi árini við at grava út, byggja húsagrundir, gera vegarbeiði og at koyra fyri fólk.

J&K Petersen var eisini undirveitari hjá Pihl&Søn, tá havnin í Skopun í 1983 varð dýpd og portur sett í.

- Fyrstu arbeiðsuppgávuna uttanfyri Sandoynna fingu vit í Havn. Sum undirveitari hjá Pihl&Søn stóðu vit fyri at gera jørðarbeiðið til nýggja bankabygningin hjá Sjóvinnubankanum í Húsagøtu.

- Eg var formaður hjá Pihl&Søn, samstundis sum mítt egna felag stóð fyri allari spreinging og koyring. So vit stóðu í roynd og veru fyri meginpartinum av arbeiðnum sjálvir, greiðir John Petersen eldhugaður frá.

Umframt hesi arbeiðini hevur J&K Petersen sett fleiri aðrar varðar eftir seg í oynni, eitt nú í Húsavík og á Sandi í sambandi við havnararbeiði, bæði flakavirkini í oynni, serliga í Skopun, umframt at felagið eisini stóð fyri byggingini av teimum trimum røktarheimunum í Skopun, Skálavík og á Sandi.


Flyta til Havnar

Í 1986 var felagið vorðið somikið stórt, at tíðin var búgvin til eisini at bjóða seg fram í øðrum økjum í landinum.

Um hetta mundið arbeiddu 25-30 mans hjá J&K Petersen.

- Fyrstu arbeiðsuppgávuna uttanfyri Sandoynna fingu vit í Havn. Sum undirveitari hjá Pihl&Søn stóðu vit fyri at gera jørðarbeiðið til nýggja bankabygningin hjá Sjóvinnubankanum í Húsagøtu.

- Næsta arbeiðið var at gera lendisarbeiðið til skrivstovubygningin hjá Carl Wilhelm Weihe á Glaðsheyggi.

- Vit fingu eisini fleiri arbeiði frá Tórshavnar kommunu og privatum.

- Í 1987 keyptu vit tvær traðir úti við Landavegin, sum vit stykkjaðu út til 40 grundstykkir, harav eini 15 vóru dupultstykkir. Har úti bygdu vit eisini sjálv.

Nógv byggifeløg vóru í Havnini um hetta mundið, men búskaparkreppan nøkur ár seinni beindi fyri teimum flestu.

J&K Petersen, sum síðani 1990 hevur havt heimstað í Havn við høvuðsstøð á Hjalla, hóraði tó sum eitt av teimum fáu undan.


Lítla skuld

- Vit høvdu nógv amboð og starvsfólk tá, men lítið av lánum. Hetta gjørdi, at vit komu ígjøgnum kreppuna uttan stórvegis mein, sigur John Petersen.

- Tó var so lítið at gera, at starvsfólkahópurin tódnaði av sær sjálvum.

- Vit stóðu eisini fyri byggingini av Lívfiskastøðini í Skopun, eins og vit gjørdu dýpingararbeiði í Havn og Klaksvík, takkað veri at vit høvdu amboðini til tess. 

- Í 1992-93 gjørdu vit avtalu við Landsverkfrøðingin um at dýpa pollin í Skopun, eftir at Guttesen&Staksberg og Dekkon høvdu útbygt havnina. Tó var framvegis ov grunt á pollinum. Vit fingu Tórshavnar Skipasmiðju at gera okkum ein graviflaka at standa fyri dýpingararbeiðnum, og sigast má, at henda uppgávan kom væl við hjá okkum.

- Vit stóðu eisini fyri byggingini av Lívfiskastøðini í Skopun, eins og vit gjørdu dýpingararbeiði í Havn og Klaksvík, takkað veri at vit høvdu amboðini til tess. 

- Hetta gjørdi, at vit eisini hættaðu okkum at bjóða upp á eitt dýpingararbeiði yviri í Grindavík í Íslandi, sum vit vóru so heppin at fáa. Vit fóru yvir í 1994 og vóru har í trý ár. Umframt í Grindavík, gjørdu vit eisini líknandi arbeiði í Vestmannaoyggjunum, Sandgerði og á Norðurlandinum.

- Fyrsta árið arbeiddu vit einsamallir, men stovnaðu síðani eitt felag saman við einum íslendskum felag. Í Føroyum vóru tíðirnar so vánaligar tá, at vit næstan umsettu  fyri somu upphædd yviri í Íslandi, sum játtað var til havnagerðir í Føroyum, greiðir John Petersen frá.


Ikki heilt eiðasørt heima

Hóast hetta hevði J&K Petersen kortini eisini fitt av virksemi í Føroyum.

- Vit stóðu m.a. fyri  byggingini av saltsiloini á vestaru bryggju í Havn og betongarbeiðnum til bygningin hjá Blindafelagnum. Harumframt gjørdu vit bátahylar ymsastaðni, eitt nú í Hesti, greiðir John Petersen víðari frá.

- Í 1997 komu vit heim aftur úr Íslandi og fingu beinanvegin stórt havnar- og dýpingararbeiði á Toftum umframt onnur dýpingararbeiði, millum annað í Leirvík.

- Umframt at vit áttu neyðugu amboðini, hevði tað eisini týdning fyri kappingarføri okkara, at vit í áttati-árunum funnu ein forskallingshátt, ið gjørdi, at vit sluppu undan at brúka kavarar so nógv niðri á botni. Hetta hevði við sær, at vit kundu gera arbeiðið bíligari enn aðrir.

J&K Petersen hevur eisini gjørt seg galdandi í Grønlandi, har felagið um aldarskiftið gjørdi ymisk arbeiði bæði á landi og sjógvi.

- Vit høvdu eitt felag saman við einum danskara har yviri og vóru í Grønlandi í trý-fýra ár. Somuleiðis hava vit eisini síðani 2010 havt stórar arbeiðsuppgávur í Norra, har vit sum undirveitarar m.a. hava grivið grót og móru upp, flutt grót og siglt við gróti til ymisk endamál. Vit góvust har yviri á jólum í fjør, eftir at hava vunnið útbjóðingina upp á stórarbeiðið at víðka Tórshavnar havn.


Gongur sum eftir ánni

Síðani aldarskiftið hevur tað mestsum gingið eftir ánni hjá J&K Petersen Contractors, eftir at verulig ferð aftur kom á búskapin í Føroyum.

- Tað byrjaði við, at vit vunnu vegagerðirnar báðumegin Vágatunnilin og stóru útstykkingina í Hoyvík, Hoyvíkshaga Suður. Í 2004 fingu vit eisini arbeiðið at gera ferjuleguna í Syðradali á Kallsoynni. So bjóðaðu vit saman við Byggitek og NCC upp á Norðoyatunnilin og fingu arbeiðið. Síðani vunnu vit einsamallir vegagerðirnar báðumegin tunnilin. Samstundis fóru vit undir arbeiðið at gera Norðhavnina í Ánunum. Vit bygdu eisini oljubryggjuna í Runavík, eins og vit seinnapartin í nullunum bygdu bingjuhavnina á Oyrareingjum. Av øðrum arbeiðum kunnu í einari skjótari vend nevnast ídnaðarøkið á Skarðshjalla, eystari partur av Ytra ringvegnum í Hoyvíkshaganum og brúgvagerðirnar har, dýping og havnargerð í Hvalba, brúgvin um Sandá umframt at vit hava staðið og framvegis standa fyri útbyggingini av Tórsvølli, har farið verður undir triðja byggistig fyrsta dagin. Leingingin av flogvøllinum var higartil størsta arbeiðið hjá okkum, inntil vit fingu arbeiðið at útbyggja Tórshavnar havn, sum við sínum kostnaði upp á slakar 400 mió. kr. setur nýtt met hjá okkum. Av øðrum stórarbeiðum í løtuni hava vit parkeringsplássið á flogvøllinum og nýggja bygningin hjá Vónini í Fuglafirði, har vit frammanundan eisini hava gjørt meginpartin av havnarlagnum og atløgusíðuna.


Gingið betur enn væntað

Nú John Petersen lítur afturum bak og fegnast um gongdina hjá felagnum hesi 42 árini, sum tað nú hevur á baki, ásannar hann, at tað hevur gingið teimum munandi betur enn hann nakrantíð hevði torað at droymt um.

- Satt at siga havi eg stundum stúrt fyri, at fyritøkan fór at gerast ov stór. Men veruleikin er, at neyðugt er allatíðina at menna seg og ikki standa í stað, tí annars er fryktandi fyri, at tað bara fer at ganga hinvegin, staðfestir John Petersen, sum longu legði frá sær sum stjóri í fyritøkuni í 1990.

- Eg havi øgiliga fá frítíðaráhugamál. Tað, sum eg hava gingið mest uppí alt mítt vaksnamannalív, er at arbeiða. Eg eri nokk ein av teimum typunum, sum koma undir at vera arbeiðsnarkomanar.

- Ja, tað gjørdi eg, tá eg hetta árið kom í tingið. Konan tók tá við sum stjóri, og hon sat í hesum sessinum til sonurin Stein Olvur tók við í 2006.

- Hvat er so tín uppgáva í dag?

- Tað er m.a at tosa við teir yngri menninar um arbeiðsgongdir og annað. Eg arbeiði eisini nógv á verkstaðnum við sveisingum. Vit sveisa t.d. skuffur til gravimaskinur okkara og standa annars fyri øllum viðlíkahaldinum av arbeiðsamboðum okkara. 

- Hvussu heldur tú, at framtíðarútlitini hjá tykkum síggja út?

- Eg haldi, at tey eru hampuliga góð. Vit hava sum nevnt fleiri stórarbeiði í gongd í løtuni umframt at vit saman við Løvu Betong hava alla veitingina av betongi til Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin um hendi - og arbeiðið uttanfyri Skálafjarðartunnilin báðumegin. Vit eru somuleiðis í ferð við at leggja vatnleiðing ígjøgnum Kunoyartunnilin til nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrost norðanfyri Strond.

- Hvussu eru tit brynjaðir til eina møguliga nýggja kreppu?

-Eg haldi, at vit samanumtikið eru rímiliga væl brynjaðir til verri tíðir, tí vit eru mobilir - kunnu flyta okkum til onnur lond og átaka okkum uppgávur har um neyðugt.


Slappar av í Turkalandi

Spurdur, hvørji frítíðaráhugamál hansara eru, svarar hann stutt og greitt:

- Eg havi øgiliga fá frítíðaráhugamál. Tað, sum eg hava gingið mest uppí alt mítt vaksnamannalív, er at arbeiða. Eg eri nokk ein av teimum typunum, sum koma undir at vera arbeiðsnarkomanar.

- Men onkuntíð skalt tú kortini slappa av. Hvat gjørt tú tá?

- Tá fari eg til Turkalands, har eg bygdi mær eini hús fyri níggju árum síðani í býnum Kemer, ið er á stødd við Havnina, og sum liggur hálvan tíma frá Antalya. Har eiga eisini aðrir føroyingar hús umframt einir 1600 norðmenn. Nærmasti grannin hjá mær er dani. Har er frálíkt at vera. Eitt korter til gongu oman á eina framúrskarandi baðistrond. Har eru vit tríggjar-fýra ferðir um árið saman við børnum og ikki minst ommu-og abbabørnum og onkuntíð eisini vinfólkum.

- So tú dugir at slappa av?

- Ja, eg dugi at slappa av, tá eg slappi av. Tá skrúvi eg fyri øllum. Og tað hevur verið ein øgiligur fyrimunur, flennir John Petersen at enda.

Meira langlesnaður