Heimatíðindi

5.000 føroyingar í fátækraváða

(mynd: portal.fo)

(mynd: portal.fo)

2020-05-18 09:11 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Hagstovna hevur gjørt uppgerð fyri fátækraváða í landinum. Í 2018 vóru gott 500 føroyingar, sum høvdu eina javnvirðisinntøku, ið var undir fátækraváðamarkinum.

Fátrækraváðin er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsligu fæst nýtslumøguleikum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár, skrivar Hagstovan.

Fyrsta uppgerðin var gjørd fyri árið 2009 og tá vóru 8,9 prosent undir fátækraváðamarkinum. Fyri árið 2018 vóru tað gott 5.000 føroyingar, sum høvdu eina miðalinntøku, sum var so mikið lág, at tey vóru undir markinum. Hetta svarar til 10,1 prosent av fólkinum. Tað er eitt fall á 0,4 prosent frá 2017til 2018.

Tað eru serliga støk við smáum børnum og aldurbólkurin 67 ár og eldri sum eru undir markinum. Eisini er munur á hvar í landinum fátækraváðin er, serliga í sunnara partinum av landinum er váðin størri, enn aðrastani í landinum.

Fátækragloppið í Føroyum var 12,5 prosent í 2018. Tað merkir, at miðalinntøkan hjá teimum í fátækraváða liggur 12,5 prosent undir fátækraváðamarkinum.

Fátækragloppið lýsir tey, sum liggja undir markinum fyri fátækraváða. Tað er gloppið frá markinum fyri fátækraváða niður til miðinntøkuna hjá øllum teimum, sum liggja undir fátækraváðamarkinum.

[object Object]

[object Object]

Kelda: Hagstova Føroya

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður