Greinar
Allar
Heimatíðindi
Uttanlands
Mentan
Ítróttur
Vísindi
Lýsingar
Prísir
Blaðið
Leys størv
Starvsfólk
Greinar
Allar
Heimatíðindi
Uttanlands
Mentan
Ítróttur
Vísindi
Lýsingar
Prísir
Blaðið
Leys størv
Starvsfólk
Vísir einans greinir úr bólkinum "Heimatíðindi".
Heimatíðindi
Kári á Høvdanum skal menna nýggjar dómarar
Í næstum byrjar Kári á Høvdanum í nýggjum starvi hjá Fótbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt hálvtíðarstarv, har uppgávan millum annað verður at menna dómararnar í feløgunum kring landið. Eftir ætlan byrjar Kári á Høvadnum í nýggja starvinum tann 1. august
Heimatíðindi
Landsbankin: Rentu- og príshækkingar kunnu tálma prísvøksturin á sethúsamarknaðinum
Í næstum fer rentustøðið at hækka, og tað hevur øktar rentuútreiðslur til bæði sethúsalán, billán og aðra skuld í bankanum við sær. Landsbankin metir, at prísvøksturin á sethúsamarknaðinum seinastu árini fer at hæsa av
Heimatíðindi
Kirvi bragdar
Tað merkist, at koronan, í hvussu er fyribils, er farin sín veg. Botnlinjan hjá Kirvisvatni í Lopra hevur skift lit úr reyðum til svart. Kirvi selur nógv í Føroyum, og væntandi veksur sølan munandi í ár. Eigararnir eru takksamir og fegnast um, hvussu væl Føroya fólk hevur tikið ímóti vørunum
Tín lýsing her
Heimatíðindi
Brimverjan í Kirkjubø liðug í ár
Óttast varð, at brimið fór at skola fornminnini í Kirkjubø á sjógv, men komið er nú so mikið langt við bakkaverjuni framman fyri Líkhús og Ólavskirkjuna, at tað arbeiðið verður væntandi liðugt í ár
Heimatíðindi
Pf. Petur Larsen: Flytir menningina yvir í eitt nýtt felag
Framtak boðaði í gjár frá, at grunnurin saman við NM Holding, Farcod og pf. Petur Larsen, hevur sett tíggju milliónir krónur í eitt menningarfelag, sum skal vinna seg inn á altjóða marknaðin fyri flakamaskinur
Heimatíðindi
Enn einaferð: Bløðini aftur seinkað úr Keypmannahavn
Tað hevur gingið serstakliga illa í hond at fáa bløðini heim seinastu vikurnar. Orsøkirnar eru ymiskar, hesaferð var ikki fólk í Kastrup at lasta flogfarið við postfrakt, og tí fáa flestu haldararnir ikki bløðini fyrr enn mánadagin
Leys Størv
Hjálpirót søkir eftir fólki
Umsóknarfreist: 07.07.2022
Leiðari í Mentanarhúsinum í Klaksvík
Umsóknarfreist: 08.07.2022
UNG ARBEIÐSFÓLK TIL VERKLAGSARBEIÐI
Umsóknarfreist: 04.07.2022
TIMBURLÆRLINGAR TIL ARTICON
Umsóknarfreist: 04.07.2022
Send okkum eina starvslýsing
Heimatíðindi
Skinkur í Norðasta Haga í Sandoynni – Flokksmannadagur 02. juli
Johan Mortensen og Jogvan Høj hava í fleiri ár turkað skinkur og ostar norðanfyri og eru teir nú kønir í mannagongdini
Heimatíðindi
Kaj Leo: – Eg fari at biðja løgtingið um eina eykajáttan
Landsstýrismaðurin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sigur, at hann fer at biðja løgtingið um eina eykajáttan til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð, nú játtanin fyri í ár er brúkt
Heimatíðindi
Matviðmælini – juli
Eg ynskti mær so nógv at kunna geva tykkum øllum eitt gott prei til, hvussu tit kunnu fáa fatur á føroyskum skeljadjórum. Men tað vísti seg ikki at vera so lætt. Tí einki tykist vera so ólógligt og bundið, sum staðbundin smáframleiddur føroyskum matur. Les meira um hetta, og um alt møguligt gott, eg havi roynt seinasta mánaðan. Her eru matviðmælini fyri juli
Haldaragrein
Heimatíðindi
Ella Dahl ríkar Vágs søgu
Tann stóra fotoframsýningin, ið læt upp í Miðlatúni í Vági tann 22. juni við 330 myndum hjá Ellu Dahl, fotografi, er opin heilt til ólavsøku í sambandi við, at 115 ár eru liðin, síðan Ella Dahl varð fødd
Haldaragrein
Heimatíðindi
Hvør sleppur at brúka Føroya Arena – og til hvat?
Tórshavnar Býráð hevur samtykt at fara undir verkætlanina, sum fyribils eitur Føroya Arena, men enn hevur kommunan einki sagt um, hvussu viðurskiftini í høllini vera skipað, tá hon verður tikin í nýtslu. Heldur ikki, hvør sleppur at brúka høllina, til hvat og nær
Haldaragrein
Heimatíðindi
Enn ein dagstovnur við starvsfólkatrupulleikum
Aftur nú eru trupulleikar við at fáa endarnar at røkka á einum dagstovni í Tórshavnar kommunu, og foreldur at børnum í dagstovninum Fríðriksgarður hava fingið boð um at koma fyrr eftir børnunum. Hesaferð er kortini talan um eina óhepna samanrenning av trupulleikum, men at arbeitt verður við at loysa starvsfólkatrupulleikan, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum eisini vísir á, at dagstovnaøkið er nógv uppraðfest seinasta árið
Haldaragrein
Tín lýsing her
Heimatíðindi
Meira í lívinum enn tann rætta útbúgvingin
- Við tíðini havi eg funnið útav, at útbúgving er ikki alt í lívinum. Tað er meir í lívinum, enn tann rætta útbúgvingin, soleiðis sigur Rakul Hjalmarsdóttir Tórgarð, ið eins og Victoria Martha Hansen fekk besta próvtøkuúrslitið í sínum árgangi. Dimmalætting hevur tosað við tær báðar um flotta prógvið, og um trýstið, sum hvílur á herðunum á einum eftir, at miðnám er av
Haldaragrein
Heimatíðindi
Boðini frá Heilsutrygd komu óvart á
- Heilsumálaráðið og Heilsutrygd hava givið royndarskipanini um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 og 35 ár eitt álvarsligt skot fyri bógvin, nú boðað verður frá, at Heilsutrygd ikki longur rindar fyri viðgerðirnar, soleiðis skriva Akademikarafelag Føroya í tíðindaskrivið, nú Heilsutrygd hevur boðað frá, at játtanin til royndarskipanina við ókeypis sálarfrøðiligariviðgerð til ung millum 15 og 35 ár er uppi
Heimatíðindi
Faroe Ship skal byggja nýtt á Skansabryggjuni
Byggivirkið hjá Mortan T. Vang hevur í dag gjørt avtalu við Faroe Ship um at byggja nýggjar bygningar á Skansabryggjuni fyri flutningsfyritøkuna
Heimatíðindi
Eingin játtan eftir til ókeypis sálarhjálp
Játtanin fyri í ár til royndarskipanina við ókeypis sálarfrøðiligariviðgerð til ung í aldrinum 15-35 ár er brúkt. Hesum boðaði Heilsutrygd frá í gjár. Løgtingskvinna og Heilsutrygd eftirlýsa nú eina eykajáttan
Heimatíðindi
Jón Sigurdsson nýggjur formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelagi
A nevndarfundi í morgun hevur nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelagi skipað seg
Heimatíðindi
Nordic Adventure Race 2022 komið til Kvívíkar
Hóskvøldið var rættuliga rokan í ánni niðanfyri húsinum hjá KFUM-skótunum í Kvívík, har 36 norðurlenskir skótar kappaðust um at gera bestu træbrúnna um ánna. Hetta er partur av norðurlenska skótaleguni Nordic Adventure Race 2022, sum er skipað sum postarenning í føroysku náttúruni
Heimatíðindi
Tilmelding til Ungt Summar byrjar í morgin
Í morgin, 1. juli kl. 13, verður latið upp fyri tilmelding til Ungt Summar. Hetta er ein nýggj verkætlan hjá Tórshavnar kommunu, ið fevnir um tíggju verkstovur, sum ung í aldrinum 13-15 ár kunnu luttaka í
Heimatíðindi
Nú verður dýrari hjá útlendingum at ferðast við tyrluni
Atlantic Airways kemur við nýggjari prísskipan, sum ger mun á ferðafólki
Heimatíðindi
Manglandi lóggáva um haturstalu í USA gevur baksláttur
Í nýggjari grein, sum Sigri M. Gaïni hevur givið út í vísindaliga tíðarritinum Etikk i Praksis, er niðurstøðan, at lógir móti haturstalu ikki bara verjir minnilutar ímóti niðrandi talu; tær kunnu um somu tíð verja fólkaræði móti krøvum um sensur
Tín lýsing her
Heimatíðindi
Trom verður víst á BBC 9. juli
Sjónvarpsrøðin Trom, sum fyrstu ferð varð víst tann 13. februar um okkara leiðir, verður nú at síggja í bretskum sjónvarpi
Heimatíðindi
Eysturoyartunnilin setur í verk fastprísskipan fyri persónbilar
Avsláttarskipanin fyri Eysturoyartunnilin verður nú soleiðis, at verður koyrt 40 túrar á sama strekkið, so verður einki gjald fyri eftirfylgjandi túrar á sama strekkið
Heimatíðindi
Grótverjan í Oyrunum á Toftum skal leingjast
Á bygdaráðsfundi 27. juni 2022 samtykti bygdaráðið í Nes kommunu at taka av lægsta tilboðnum, sum RTS átti, at leingja grótverjuna í Oyrunum á Toftum við umleið 80-90 metrum
Heimatíðindi
Møguligt SAS-verkfall ávirkar eisini flogferðsluna her í Føroyum
Verður eingin semja funnin áðrenn midnátt, so fara flogskiparar hjá SAS í verkfall mikudagin, sum eisini fer at ávirka flogferðsluna til og úr Føroyum. Í samband við møguligt verkfall, so gevur SAS teimum ferðandi møguleika fyri at umbóka ferðina til eitt seinni tíðspunkt
Heimatíðindi
Ferðsluóhapp í Vágatunlinum
DAGFØRT: Løgreglan valdi at stongja Vágatunnilin, tá eitt ferðsluóhapp hendi seinnapartin. - Ein bilur rendi upp í reyvina á tí, sum koyrdi frammanfyri, og tað hevði við sær, at ein "airbag" blástist upp, og tí valdu vit at stongja tunnilin, so vit fingu arbeitt í friði, sigur vakthavandi
Heimatíðindi
Styrki Fitness skal reka venjingarmiðstøðina í Páls Høll
Í dag hevur Vágs Kommuna og Styrki Fitness undirskriva leiguavtalu, ið hevur við sær, at Styrki Fitness fer frá november at reka venjingarmiðstøð á fyrstu hædd í Páls Høll
Heimatíðindi
Helma Maria Tróndheim vart ph.d. í orkutøknifrøði
Fríggjadagin 24. juni vardi Helma Maria Tróndheim ph.d.-ritgerð sína um, hvussu vit í Føroyum kunnu tryggja eina støðuga elveiting, hóast stórur partur av orkukeldunum eru óstøðug orka
Heimatíðindi
Uffe Ellemann-Jensen: – Tær 176 atkvøðurnar í Føroyum longdu mær lívið
Fólkatingsvalið í 1998 bleiv avgjørt við 176 atkvøðum í Føroyum. Hetta hevði við sær, at Poul Nyrup Rasmussen gjørdist forsætisráðharri í Danmark, og ikki Uffe Ellemann-Jensen. – Var eg blivin forsætisráðharri, so hevði eg doyð langt áðrenn, sigur Uffe Ellemann-Jensen í samrøðu við Mikael Berthelsen í sendingini “Det sidste ord”, sum bleiv send í donskum sjónvarpi sunnukvøldið
Heimatíðindi
Rógvi Mikkelsen nýggjur stjóri á Hilton Garden Inn
Rógvi Mikkelsen hevur drúgvar royndir úr hotell- og tænastuvinnuni bæði uttanlands og í Føroyum. Rógvi hevur starvast sum hotellleiðari fyri Hotel Brandan, men er nú nýggi stjórin á Hilton
Tín lýsing her
Heimatíðindi
Nýggja stýrið á Bústøðum hevur skipað seg
Fríggjadagin kom tíðindaskriv, har tað stóð, at gamla stýrið á Bústøðum var koyrt til hús. Nýggja stýrið hevur havt sín fyrsta stýrisfund í dag. Nýggjur formaður er Teitur Samuelsen
Heimatíðindi
18 næmingar fingið prógv á Tilfeingisbreytini
18 næmingar hava í ár tikið gymnasialt miðnámsprógv á Tilfeingisbreytini á Miðnámi í Vestmanna
Heimatíðindi
Jenis svarað Elsebeth Mercedis
Talan er um eina stóra verkætlan fyri Húsarhaldskúla Føroya, sum krevur umrøðu og umhugsni
Heimatíðindi
Turið F. Arge verður nýggjur forstjóri í BankNordik
Nevndin í BankNordik boðar í dag frá, at Turið F. Arge tekur við sum nýggjur forstjóri eftir Árna Ellefsen, og at Heini Thomsen verður nýggjur stjóri í samtakinum. Árni Ellefsen heldur fram sum forstjóri, væntandi til eftir kunngerðina av ársroknskapinum fyri 2022
Heimatíðindi
28 ára gamli Jákup skal á pensión
Í 20 ár hevur Jákup búð á Tjarnagarði, men tíðin er komin til eitt nýtt heim. Jákup, sum bæði sigur "góðan morgun" og "góða nátt", er tí farin at leita sær eftir einum nýggjum heimi
Heimatíðindi
Tað er meir í lívinum, enn tann rætta útbúgvingin
- Við tíðini havi eg funnið útav, at útbúgving er ikki alt í lívinum. Tað er meir í lívinum, enn tann rætta útbúgvingin, soleiðis sigur Rakul, sum er annar av fyrrverandi miðnámsnæmingunum, ið Dimmalætting hevur prátað við. Dimmalætting hevur gjørt samrøður við fyrrverandi miðnámsnæmingarnar, Rakul Hjalmarsdóttir Tórgarð og Victoriu Marthu Hansen, sum báðar fingu besta próvtøkuúrslitið í sínum árgangi, um flotta prógvið, men eisini á trýstið, sum hvílur á herðunum á einum eftir, at miðnám er av
Fyrrverandi síða
Næsta síða
Fanst tú ikki tað, tú leitaði eftir?
Royn leitifunkuna