Kjak

Valið '19: Ætla at steðga pelagiskari framleiðslu á landi

Bjarni Hammer, valevni hjá Javnaðarflokkinum

Bjarni Hammer, valevni hjá Javnaðarflokkinum

2019-08-06 18:08 Author image
Bjarni Hammer

Nú leggja tjóðveldisumboð upp til at steðga pelagiskari framleiðslu á landi.

Eg las eina kunnandi grein um gongdina, tá makrelstríðið byrjaði í 2009 og fram til 2018, frá framstandandi tjóðveldispolitikara. Greinin “Fiska fyri hundratals milliónir, men einki avlop – hví?”

Greinin snýr seg í høvuðsheitum um, at sjálvt um uppsjóvarkvoturnar eru hækkaðar munandi, so megna ávís reiðarí ikki yvirskot, sjálvt við avreiðingarvirði fyri hundraðtals milliónir. Greinin er í síni heild ein fín søgulig hagtalsstaðfesting um hækkandi kvotur og hækkandi avreiðingarvirði. Tey flestu kenna hesa sólskinssøgu, sum hevur givið Føroyum nógvan framburð.

Men tá Føroyar hækkaðu kvoturnar av sínum eintingum, blívu vit eisini boykottað av ES. Føroyingar lótu seg ikki kúga, tóku dystin upp og tóku lógvatak saman, og vit settu okkum upp ímóti tí stóra ES. Funnu nýggjar marknaðir og bygdu egin, nýggj stór og framkomin uppsjóvarvirkir.

Tí stendur í dag mest framkomna uppsjóvarvirki í heiminum á Tvøroyri. Tað var og er neyðugt fyri at verja okkara rættindi mótvegis umheiminum, soleiðis at føroyingar megna at fiska hækkaðu kvoturnar og hava nokk av móttøkuorku í Føroyum.

Vit hava smíðað fiskivinnulóggávuna soleiðis, at allur fiskur skal landast í Føroyum, og hava harvið stuðlað undir framleiðslu á landi. Hetta virkar fyri uppsjóvarfisk, men ikki enn fyri botnfisk. Uppsjóvarvirkið á Tvøroyri hevur skapt áleið 100 nýggj, vællønt og ómetaliga kærkomin størv í Suðuroynni. Nýggja virkið hevur veruliga verið við til at birta upp undir og halda lív í vónini um eina bjarta framtíð fyri virkir og fólk í vøkru Suðuroynni.

Tí kemur tað sera illa við, at eitt tjóðveldisumboð leggur upp til, at farast skal frá fiskavirking á landið, men heldur skal alt tilfeingið framyvir framleiðast umborð!

Frá einum roknskaparligum sjónarhorni gevur tað møguliga meining fyri einstaka reiðaríið og einstaka fiskimannin. Men frá einum búskaparligum sjónarhorni gevur tað lítla og onga meining, tí hundraðtals størv hvørva beinleiðis úr fiskivinnuni á landi og onnur enn fleiri í avleidda virkseminum.

Eg havi havt mínar ósemjur viðvíkjandi teirra fiskivinnuhugsjónum men nú ber av.

Lat okkum heldur menna fiskaframleiðsluna av øllum fiskatilfeinginum í Føroyum. Bæði av uppsjóvar- og botnfiski.

Fiskivitanin skal varðveitast í Føroyum. Vit skulu halda fram við at menna alla fiskaframleiðslu í Føroyum og ikki fara frá fiskavirking og meirvirking á landi, sum greinaskrivarin hjá Tjóðveldi, tíverri, leggur upp til.

 

Bjarni Hammer

Valevni hjá Javnaðarflokkinum

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður