Heimatíðindi

Ansið eftir hesum manninum

Elin Reinert Planck er dagligur leiðari í Kvinnuhúsinum

Elin Reinert Planck er dagligur leiðari í Kvinnuhúsinum

2019-07-08 17:17 Author image
Hergeir Staksberg

Vit hava fingið Elina Reinert Planck frá Kvinnuhúsinum at greiða frá, hvat eyðkennir eitt mannfólk, sum fremur sálarligan harðskap móti kvinnum

Vit tosa ikki um menn, sum ganga í reyðum jakka, tufflum ella lesa Anders And. Tað snýr seg ikki um útsjónd, og vanliga eru øll eyðkennini ósjónlig.

Tað er líkamikið, um tú ella makin hava høga ella onga útbúgving, tí sálarligi harðskapurin ger ikki mun á arbeiðara- og yvirklassa. Øll kunnu blíva rakt av sálarligum harðskapi.

Men hóast eyðkennini eru ósjónlig, so eru eyðkennir, sum kvinnur skulu ansa eftir, tá tær finna sær ein maka.

[object Object](Harðskapur minkar ikki. Hann bara økist, og tað er altíð til tað verra. Mynd: Savnsmynd)


Avmarkingin

- Tað fyrsta eyðkennið við mannfólki, sum fremja sálarligan harðskap er avmarkingin. Men tað kann vera ringt at síggja, at maðurin roynur at avmarka teg, tí í byrjanini av parlagnum er mann jú nýforelskaður og sær ikki klárt, sigur Elin.

- Vit hoyra ofta, at maðurin spyr kvinnuna: “Pjøvist tú at vera saman við vinkonunum? Er tað ikki nokk at vera saman við mær?”. Og soleiðis byrjar maðurin spakuliga at avmarka kvinnuna frá sínum vinfólkum.

- Hetta kann so føra víðari til pástandir sum: “Tín familja dámar meg ikki, so um vit bæði skulu vera saman, so...”. Ella orðingar sum: “Skalt tú aftur har nú? Eg fari ikki við til handan føðingardagin, so tað er upp til tín, um tú fert...”

- Tá avmarkingin hevur fingið fastatøkur á kvinnuni, so er næsta stigið, at hann skal uppdraga kvinnuna, so hon skal passa til ta myndina, sum hann hevur av henni.

- Tá ein tíð er liðin, so er kvinnan púra einsamøll, tí hon er blivin isolerað frá vinum og familju, og hevur bara hann eftir, sigur Elin. 

Spakuliga byrjar sálarliga støðan hjá kvinnuni at minna um Stokkholmsyndromið, har gíslar fáa samkenslu við gíslatakarin og verja tann, sum fremur harðskapin.

- Kvinnan verður fullkomuliga bundin av hesum eina persóninum, sum svingar millum at vera góður við teg, og at fremja øll møgulig sløg av harðskapi móti tær. Og tá kvinnan at enda er heilt oyðiløgd og yvirgevur seg fullkomuliga til hansara, so missur maðurin áhugan og fer víðari til næstu kvinnuna.

- Og tú skalt minnast til, at harðskapur ikki minkar. Hann økist, og tað er altíð til tað verra.

- Mítt besta ráð til ungar kvinnur er, at um onkur byrjar at avmarka teg, so pakka tingini og renn avstað!, sigur Elin. 


Tilhald

Er ein kvinna úti fyri harðskapi, so kann hon søkja um tilhald. Hetta merkir, at maðurin ikki hevur loyvi til at seta seg í samband við kvinnuna á nakran hátt. Ger hann tað, so er talan um lógarbrot, men Elin Reinert Planck saknar aðrar og betri møguleikar.

- Tilhaldini hava ov lítla ávirkan. Tað er alt annað uppá, hvussu autoritetstrúgvur mann er. Um maðurin er bangin fyri løgregluni og sínum umdømi, so hevur tilhaldið eina effekt. Men um maðurin ikki leggur nakað sum helst í lógir, so hevur tilhaldið onga effekt, tí teir mennini eru fullkomuliga líkaglaðir, um teir bróta lógina ella ikki, sigur Elin. 

Í apríl samtykti fólkatingið eina lóg, sum javnsetur kropsligan og sálarligan harðskap. Enn hava vit onga lóg um sálarligan harðskap í Føroyum.


Hjálp at heinta

Tá kvinnur hava verið útsettar fyri sálarligum harðskapi, so broytist teirra veruleikafatan. Og kvinnurnar hava ofta ringt við at síggja síni persónligu mørk, tá tær venda sær til Kvinnuhúsið fyri at biðja um hjálp.

- Tann sálarligi harðskapurin ger, at kvinnurnar ikki kenna seg sjálvar aftur, tí teirra mørk eru førkaði so nógv, at tær ikki vita, hvar teirra mørk eru. Tær vita ikki, hvat er rætt ella skeivt, sigur Elin. 

- Kvinnar hava ringt við at skilja, hvat tað er, sum er farið fram: “Er hetta sálarligur harðskapur?”, ella “jamen, hann er eisini so ótrúliga fittur viðhvørt”. Kvinnan var jú eisini forelskað einaferð, so tað er øgiliga forvirrandi hjá teimum, sum hava upplivað sálarligan harðskap

- Her kunnu vit so hjálpa kvinnum at fáa greiði á, um talan er um sálarligan harðskap. Vit hava eisini ein sálarfrøðing knýttan at húsinum, so kvinnurnar regluliga kunnu tosa við ein sálarfrøðing.

- Vit í Kvinnuhúsinum kunnu tosa við kvinnuna um harðskap og ráðgeva, meðan sálarfrøðingurin gravar eitt sindur meir í probleminum. Okkara mál er altíð at hjálpa kvinnunum, har tær eru. Og kvinnurnar nýtast ikki at flyta inn til okkara. Vit bjóða eisini ókeypis ambulanta viðgerð og ráðgeving, sigur Elin at enda. 

Hevur tú ella ein tú kennur upplivað sálarligan harðskap, so ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Kvinnuhúsið. Heimasíðuna finnur tú HER

Les um Helenu, sum upplivdi sálarligan harðskap í 8 ár HER

Les um 370 fráboðanir um sálarligan harðskap í 2018 HER

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður