Heimatíðindi

Atlantsflog: 19 flogskiparar sigast upp

2020-05-19 11:55 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Fyri kortum síðani boðaði Altantsflog, at 90 fólk skuldu sigast úr starvi, sum ein avleiðing av at flogfelagið mátti gevast at flúgva nú koronakreppan rakti. 

Sum skilst eru allir "summarfuglarnir", tað vil siga øll sum skuldu arbeiða nú í summar og allir freelancearar sagdir úr starvi. Nú er greitt at eisini 19 flogskiparar, sum svarar til tveir triðingar av øllum flogskiparunum hjá Atlantsflog eru sagdir úr starvi.

Jóhan í Niðristovu er nevndarlimur í felaginum hjá flogskiparunum. Hann er sera harmur um støðuna, nú so stórur partur av limum felagsins eru uppsagdir. Tað er ein keðilig støða í vinnuni í løtuni og beint nú eru útlit fyri øðrum starvi ikki av teimum bestu. 

Starvsfólkini, sum eru send heim vóru í koronaskipanini í ALS, áðrenn boðini um uppsøgn kom. 

Hóast útlitini eru døpur í løtuni, hevur leiðslan boða frá at ætlanin er at seta teir aftur í starv, tá ferðslan aftur fer upp. Spurningurin er bara nær tað verður. 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður