Heimatíðindi

Flest hús seld á bygd, men dupultur húsaprísur í høvðusstaðarøkinum

2020-03-31 09:35 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Nógv flest sethús vóru seld á bygd í fjør. Minni enn ein triðingur av sethúsasøluni var í høvuðsstaðarøkinum, og miðalprísurin fyri tey húsini var nógv meira enn tað dupulta av sethúsunum seld á bygd. Tað vísa tøl frá Hagstovuni.

314 sethús vórðu seld í fjør, harav 123 í stórum bygdum og býum. Í Tórshavn vóru 95 sethús seld. Miðalprísurin er tó nógv meir enn tað dupulta í Havn, samanborið við tað eini sethús kosta í stórum og smáum bygdum í Føroyum. Í Havn var miðalprísurin fyri eini sethús 3,1 mió. kr., samanborið við 1,4 mió. kr. í stórum bygdum og býum og 1,2 mió. kr. í smábygdum.

Sølan av sethúsum er á sama støði sum árini frammanundan, men tó munandi lægri enn metárið 2015, tá sølan var 398 sethús.

Síðani kreppuárini í fyrru helvt av 1990-unum vaks sølan av sethúsum spakuliga, og kom fyribils í hæddina í 2007, beint áðrenn fíggjarkreppuna, við 300 sølum. So var eitt stórt fall, niður móti helvtini í 2009-10. Síðani er sølan vaksin javnt og samt øll árini fram til 2015, ið er metár við 398 sethúsasølum, skrivar Hagstovan.

Beint áðrenn fíggjarkreppuna fyri 10-11 árum síðani var miðalprísurin fyri eini sethús í høvuðsstaðnum 2,3 mió. kr. Í fjør var hann 3,1 mió. kr. – ein vøkstur á 35%. Samstundis vaks miðalprísurin á sethúsum í stórum bygdum og býum úr 1,2 mió. kr. til 1,4 mió. kr. – ein vøkstur á 15%, og í smáum bygdum vaks miðalprísurin úr stívliga 1 mió. kr. til 1,2 mió. kr. – ein vøkstur uppá 16%.

Hagtølini fevna bert um sethús, og íbúðarstøð eru ikki tikin við. Tí skal fyrivarni takast fyri, at sethúsayvirlitið ikki kann geva eitt nøktandi yvirlit yvir sølu av býlum ella bústøðum. Serliga tí, at eitt stórt tal av íbúðum er bygt, runt ymsa staðni, serliga í høvuðsstaðnum, og hetta hevur sjávsagt eisini ávirkan á søluna av sethúsum, skrivar Hagstovan.

[object Object]

[object Object]

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður