Heimatíðindi

Føroyski træbáturin tilnevndur serstaka verju

(Mynd: Føroya Fornminnissavn)

(Mynd: Føroya Fornminnissavn)

2020-03-31 11:38 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Norðurlond hava tilnevnt norrøna súðubátin til UNESCO-listan yvir umboðandi siðarv. Hetta skal tryggja, at vitanin um bátin, bátasmíð og brúkið av bátinum verður varðveitt til komandi ættarlið.

UNESCO-listin yvir umboðandi siðaarv hjá mannaættini er liður í sáttmálanum um verju av siðaarvi. Endamálið við sáttmálanum er at tryggja, at vit sum samfelag verja og vísa virðing fyri siðaarvinum.

Siðbundni súðubáturin verður framvegis brúktur nógva staðni, bæði í Føroyum og norðurlondum, men báturin verður trokaður alsamt meira til viks av glastrevjabátum. Her hjá okkum sæst báturin mest í brúki sum kappróðrarbátur, men bátasmiðirnir fækkast, og verður einki gjørt er vandi fyri at livandi bátasmíð, og vitanin um føroyska bátin, doyr út millum fólk.

Føroysk feløg, søvn og bátasmiðir hava í fleiri ár arbeitt saman við norðurlendskum áhugafeløgum, søvnum og bátasmiðum um eina felags norðurlendska tilnevning av norrøna súðubygda bátinum til UNESCO-listan yvir umboðandi siðaarv, og fyrr í ár tók landsstýrið undir við ætlanunum um eina felags norðurlendska tilnevning.

Endamálið við tilnevningini er at varpa ljós á og skapa grundarlag fyri, at vitanin um bátin, bátasmíðið og brúkið av bátinum kann verða varðveitt og ført víðari til komandi ættarlið.

Um alt gongur eftir ætlan kemur norrøni súðubygdi báturin á UNESCO listan í desember 2021.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður