100 ár síðan Czeslaw Slania varð borin í heim

Tann 22. oktober í ár vóru liðin 100 ár síðan Czeslaw Slania, ið var heimsins besti stálstingari, tað vil siga ein ið graverar frímerki, varð føddur. Póllendingurin gjørdist kendur í Føroyum, tá Postverk Føroya valdi at brúka hann til at gravera frímerkini, tá Postverk Føroya varð sett á stovn

Bárður Jákupsson
7. desember 2021 kl. 20:38

Í 1976 helt virksemið hjá danska postverkinum uppat í Føroyum og Postverk Føroya varð sett á stovn. Teir reyðu donsku postkassarnir vórðu tiknir niður og nýggir bláir postkassar hongdir upp. Í staðin fyri danska posthornið varð eitt stiliserað veðrahorn nú at síggja á postkøssunum. Ein týðandi táttur í hesum tilgangi var, at føroysk frímerki skuldu gerast. Eg varð biðin um vera ráðgevi hjá postverksins frímerkjadeild.

Sum kunnugt var endamálið við frímerkjum at frankera brøv, men eitt og hvørt postverk hevði sjálvsagt eisini allar heimsins frímerkjasavnarar í huga. Tey fyrstu frímerkini vóru einføld off-sett prent, og tey vaktu áhuga ímillum frímerkjasavnarar, tí eitt nýtt frímerkjaland var áhugavert – tú kundi leggja grund undir eitt fullfíggjað savn frá fyrsta degi.

Men skuldu Føroyar gerast veruliga áhugaverdar ímillum professionellar savnarar, koma á eitt hægri støði og eitt nú verða ummældar í alheimsins frímerkjatíðarritum, mátti hugsast um prentlistaligu góðskuna. Tað hægsta stigið er stálstungan – tann ektaða stálstungan, ikki etjað gravura, men myndin, ið  stungin er beinleiðis á stálplátu. Tað fór at verða sera dýrt, men fór at løna seg í longdini.

Heimsins besti stálstingari var póllendingurin Czeslav Slania. Hann var - og verður enn - mettur at bera av øllum. Postmeistarin ringdi til hansara – jú har var leyst og liðugt – hesin heimskendi úrmælingur segði seg vera serstakliga áhugaður í at arbeiða fyri smáar frímerkjatjóðir, hann tók straks av innbjóðing til at koma til Føroya.

Slania búði í Stokkhólmi og framleiddi fyrst av øllum mong svensk frímerki, men hann arbeiddi eisini fyri eitt nú Póland, áðrenn hann rýmdi haðani, síðan Danmark, Bretland, Frakland, USA, Írland, Jamaica, Ísland, Sameindu Tjóðir, - og smátjóðir sum Grønland, Føroyar, Monaco og San Marino. Fyri Ísrael, Venezuela og Brasilia gjørdi hann bankaseðlar. Arbeiðssemið var markleyst, hann framleiddi meira enn 1000 verk.  

Í sambandi við frímerkjaútgávu fekk eg mangan høvi til at hitta hann í Stokkhólmi, og ferðaðist saman við honum til seðlaprentsmiðjuna í Helsingfors, sum tá prentaði tey føroysku frímerkini.  Eg havi hug at siga, at vit gjørdust vinmenn. Tá ið hann gav sær stundir, kundu vit práta eitt nú um list, sniðgeving og tøkniligar prentspurningar, og eg hevði høvi at síggja hann arbeiða. Hann arbeiddi altíð, hugdi nærum ikki uppúr. Hann búði einsamallur, hevði eina íbúð høgt uppi í einum háhúsum onkustaðni í einum nýggjum býarparti. Íbúðin var rúmlig, men har var næstan einki innbúgv. Alt hansara lív var stálstungan – tað var at sita á einum gomlum stóli við eitt høgt lítið borð undir eini loftsperu – við stálstunguni í høgru hond og sjóneyku í eyganum. Stálplátan hevur somu stødd sum frímerkið, tað verður prentað beinleiðis eftir plátuni. Hann grevur í hana strikur, skøvur og prik. Vanliga tekur tað 1 - 4 vikur at stinga eitt frímerki.  

Hetta var hansara lív – tað var á sín hátt einsháttað og einfalt. Mundi hann kenna einsemi? Hevði hann ein steðg, har hann ikki sat við stunguni yvir eini plátu, ið skuldi verða eitt frímerki, hevði hann til stuttleika aðra plátu í gerð –  í frímerkjastødd, men ikki frímerki. Gisti hann á einum hotelli á ferðum sínum, sat hann um kvøldið á kamarinum og stakk í stálplátu. Ein áhugi hesin lítli klæntrasligi maður loyvdi sær at dvøljast við, tá ið eitt høvi beyðst, var at síggja boksidyst. Eftir hann er ein long røð av andlitsmyndum av kendum boksarum – eisini av kendum sjónleikarakvinnum.  Einaferð eg var inni á gólvinum, spurdi hann meg, um eg vildi ikki koma við sær til ein boksidyst, sum skuldi vera tað kvøldið. Eg umbar meg – tað iðri eg meg um nú.

Slania var asketur, brúkti helst ikki pening, unti sær einki, var satt at siga natin, tað varnaðist eg brátt. Einaferð vit bíðaðu í oysregni í Helsingfors eftir einum bussi, skeyt eg upp, at vit tóku ein taksa. Nei – tað kostaði ov mikið. Hann  bað meg endiliga ikki brúka pening til hotell – eg kundi gista hjá honum. Tá ið vit onkuntíð skuldu eta saman, keypti hann tað allar bíligasta, hann kundi finna. Maðurin var sera væl fyri –  átti sum vera man milliónir.  

Ein dagin spurdi hann meg, um eg betalti skatt. Eg undraðist sum vera man á spurningin, segði meg sjálvsagt lata skatt. Tað gjørdi hann ikki. Monaco hevði biðið hann arbeiða fyri tey, hann hevði játtað við teirri treyt, at hann kundi verða statsborgari í Monaco, har gjalda tey ikki skatt. Hann hevði so navn sítt standandi á eini hurð í Monaco, men hon kundi ikki latast upp.

Eg hugsaði sum vera man um hetta við skattinum. Men ein dagin nú fer hann yvir til vindeygað, peikar í ymsar ættir og nevnir ymsar íbúðir, hann eigur í ymsum bygningum, vit kundu síggja haðani. Hvat hetta hevði at týða? Jú, hann hevði keypt íbúðirnar til tess at hýsa pólskum flóttafólkum – hetta var jú í sjeytiárunum!  

Temað hjá europiska postsamstarvinum 1979 var barnatekninger. Eg skipaði fyri framsýning í Listaskálanum av myndum, ið børn høvdu latið inn, valdi út 30 myndir og hevði tær við mær til Stokkhólm. Slania dámdi væl uppgávuna, hann fór til telefonina og sendi boð til pólsku flóttafólkini. Brátt fyltist íbúðin, fólk sótu tøtt á gólvinum og trongligt var inni. So skipað hann fyri, at barnatekningarnar fóru hond úr hond – polakkarnir vórðu bidnir um at finna fram tríggjar tær bestu myndirnar.  Hetta er søgan um tey fittu frímerkini.   

Hann hevði vanliga fotomynd av myndevninum at halda seg til. Áðrenn hann fór í holtur við stálplátuna, plagdi hann at gera eina vatnlitamynd av fyrimyndini. Einaferð, eg kom á gátt, nú er tað bretska drotningin, ið skal á eitt nýtt frímerki. Hann vísir mær bræv, hann hevur fingið frá Elizabeth sjálvari – í brævbjálvanum er sera góð fotomynd. Men drotningin hevur verið inni í køkinum á Buckingham Palace og funnið eitt stykki av tunnum skygnum matpappíri, sum hon hevur lagt yvir fotomyndina, síðan hevur hon við blýanti víst á rukkur um eyguni og munnin – tær máttu ikki koma við á frímerkið.

Eitt av bestu frímerkjum hansara – eftir hansara egnu meting og eisini sambært heimspressuni - er Veðramerkið, eisini frá 1979. Tað er víðagitið, eitt satt meistaraverk. Tá ið hann seinni kom til Føroya, bað hann um at sleppa at síggja veðrin, hann hevði avmyndað. Hann fekk sum vera man at vita, at tey høvdu etið hann.

Eg hugsi mangan um, hvussu heppin eg havi verið at hava kent hetta sjáldsama menniskjað. Geniið.