11,2 milliardir krónur vórðu útgoldnar í lønum í 2022

Vøksturin er 4,9 prosent í mun til árið fyri, og tað er framvegis menn, ið fáa nógv meira útgoldið í løn enn kvinnur. Størsti vøkstur er innan fiskivinnu og aðra tilfeingisvinnur

(Mynd: Unsplash)
Sigurjón Einarsson
16. januar 2023 kl. 10:33

Í fjør vórðu 11,2 milliardir krónur goldnar út í lønum. Hetta er ein vøkstur upp á 4,9 prosent – í mun til 2021. Í 2021 var vøksturin 3,7 prosent samanborið við 2020.

Menn fáa framvegis nógv meira útgoldið í løn enn kvinnur

Tað eru ikki stórar broytingar í býtinum av lønarútgjøldunum til kynini. Í 2022 var parturin hjá monnunum 61,3 prosent av lønarútgjaldingunum, meðan parturin hjá kvinnunum var 38,7 prosent. Tað er sama býti sum í 2021.

Vøksturin er 4,9 prosent hjá báðum kynum í 2022 borið saman við árið fyri.

Fiskivinnan og aðrar tilfeingisvinnur størri part

Fiskivinnan og aðrar tilfeingisvinnur áttu størri part av samlaðu lønunum í 2022 í mun til árið fyri. Parturin vaks úr 18,5 prosent í 2021 upp í 19,7 prosent í 2022.

Løntakarar innan almennar og aðrar tænastur áttu 34,2 prosent av samlaðu lønunum í 2022 í mun til 34,4 prosent árið fyri. Parturin hjá privatu tænastuvinnunum av lønargjaldingunum minkaði úr 31,4 prosent í 2021 niður í 31,1 prosent í 2022. Parturin hjá byggivinnu o.a. tilvirking minkaði úr 15,6 prosent niður í 15 prosent.

Lønargjaldingarnar vuksu mest, bæði lutsfalsliga og í krónum, innan fiskivinnu og aðrar tilfeingisvinnur. Vøksturin var 11,6 prosent í 2022 samanborið við árið fyri. Tað svarar til slakar 230 milliónir.

Innan almennar og aðrar tænastur var vøksturin 4,2 prosent, í privatu tænastuvinnunum vuksu lønargjaldingarnar 3,7 prosent og innan byggivinnu og aðra tilvirking eitt prosent.

Av einstøku vinnugreinunum er størsti lutfalsligi vøkstur innan gistihús og matstovuvirki við 25 prosent. Fiskiskapur vaks 17 prosent og ali- og kryvjivirki 11 prosent.

Kelda: Hagstovan