13 føroyingar fingið íslendskan riddarakross

Forseti Íslands, Guðni Th. Jóhannesson, heiðraði í gjár 11 føroyingar við heiðursmerkinum „Riddarakross hinnar íslensku fálkaorðu“ fyri bjargingaravrik teirra í Mykinesi tann 26. september 1970

Sigurjón Einarsson
11. mai 2022 kl. 08:54

Heiðursmerkið íslendska fálkaorðan varð sett á stovn í 1921 og er hon tí góð 100 ára gomul. Fálkaorðan er handað teimum, sum hava givið sítt íkast til íslendska samfelagið og íslendsku tjóðina.

Til hátíðarløtu í gjár vórðu føroyingar heiðraðir fyri teirra bjargingaravrik í Mykinesi tann 26. september í 1970. Trettan teirra, sum vóru tey fyrstu á staðið, eru enn á lívi og 11 av teimum vóru við til eina hátíðarløtu í gjár, 10. mai 2022.

Flogvanlukkan í Mykinesi hendi, tá eitt íslendskt flogfar, TF-FIL, rendi á hægsta tindin í oynni, á fjallið Knúk, tá ið tað skuldi lenda í Vágum. Átta fólk lótu lív í vanlukkuni, ein íslendingur og sjey føroyingar, men 26 fólk vórðu bjargað við lívinum.

Flogfarið datt niður í umleið 450 metra hædd og vístu bjargingarfólkini megnar avrik hóast sera ringar umstøður, vísti forsetin á.

Á samkomu í gjár bar íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, teimum tøkk frá íslendsku tjóðini og handaði teimum heiðursmerki íslendsku fálkaorðu (riddarakross, red.).

Tey, ið eru heiðraði, eru:

1.             Aksel Niclasen, fyrrverandi sjómaður.
2.             Annfinnur á Túvuvølli Jensen, fyrrverandi fiskavirkari.
3.             Bjarni Hansen, bóndi.
4.             Dánjal Danielsen, fyrrverandi maskinmeistari.
5.             Jaspur Joensen, fyrrverandi skipsførari.
6.             Jákup í Løðu, fyrrverandi lærari.
7.             Johan Hendrik Olsen, fyrrverandi sjómaður.
8.             Jóhannes Fredrik Meinhard Summaldur Joensen, fyrrverandi sjómaður.
9.             Karl Mikkelsen, fyrrverandi sjómaður.
10.         Katrin Dahl, fyrrverandi sjúkrarøktarfrøðingur.
11.         Kjartan Simonsen, fyrrverandi snikkari.
12.         Leon Heinesen, fyrrverandi vitavørður.
13.         Reðin Leonsson, fyrrverandi løgreglumaður.