17 ára gamal hevur meldað seg sjálvan til løgregluna eftir at tvey fólk vórðu dripin

Danska løgreglan upplýsir, at drongurin skal til grundlógaravhoyring í morgin í rættinum í Glostrup

Ragnar Sjúrðarson
7. mars 2023 kl. 21:10

Ein 17 ára gamal drongur í Danmark meldaði seg sjálvan til løgregluna í Keypmannahavn í dag. Tað upplýsir løgreglan í einum tíðindaskrivi.

Hetta hendur dagin eftir, at tvey ung fólk vórðu dripin við knívi í gjárkvøldi í Taastrup.

Løgreglan hevur illgruna um, at 17 ára gamli drongurin er innblandaður í málinum, og hann er tí skuldsetur fyri dráp.

Í morgin skal tannáringurin til grundlógaravhoyring í rættinum í Glostrup.

Hóast løgreglan nú hevur handtikið ein persón í málinum , so heldur kanningararbeiðið fram.

Løgreglan í Keypmannahavn fekk stutt fyri kl 23:00 í gjárkvøldi fráboðan um knívstunguna í Skjeberg Allé í Taastrup.

Hendingin fór fram nær sølumiðstøðini City 2.

Tilsamans blivu trý fólk stungin. Ein 17 ára gamal drogur, og ein 18 ára gamal maður doyðu á staðnum.