18 næmingar fingið prógv á Tilfeingisbreytini

18 næmingar hava í ár tikið gymnasialt miðnámsprógv á Tilfeingisbreytini á Miðnámi í Vestmanna

Sigurjón Einarsson
27. juni 2022 kl. 13:55

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ein gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur trý ár. Útbúgvingin er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

- Á tilfeingisbreytini verður serliga undirvíst í náttúruvísindaligum lærugreinum á C-, B- og A-stigi. Á breytini eru tvær lærugreinir, sum ikki finnast á øðrum breytum. Tann fyrra lærugreinin er tilfeingisfrøði á B-stigi, sum skal geva næmingunum grundleggjandi vitan um tey ymsu sløgini av livandi verum í føroysku náttúruni, og tann samfelagsliga týdningin, tey hava. Næmingarnir skulu eisini duga at meta um, hvussu vit gagnnýta okkara náttúrutilfeingi, sum er, og um menningarmøguleikar fyri betri gagnnýtslu í framtíðini, so vit fáa fleiri arbeiðspláss í Føroyum, skrivar Miðnám í Vestmanna á heimasíðu sínari.

Hin lærugreinin er tilfeingi á A-stigi, har næmingarnir arbeiða við fýra verkætlanum triðja skúlaárið. Verkætlanir kunnu gerast innan hesi øki: Náttúrutilfeingi, aling, landbúnað, fiskiskap og veiðu, framleiðslu og náttúrunýtslu.

Heimasíðan hjá Miðnám í Vestmanna skrivar, at Tilfeingisbreytin er grundað á tey føroysku náttúruvirðini, sum gevur teimum ungu eina føroyska barlast, áðrenn tey fara at lesa víðari, antin tað veri seg í Føroyum ella í uttanlands.

Av útbúgvingum, sum næmingar við prógvi frá Miðnámi í Vestmanna eru farnir undir, kunnu nevnast: medisin, sjúkrarøktarfrøði, støddfrøði, námsfrøði og djóralækna.

Í ár hava 18 næmingar tikið Gymnasialt miðnámsprógv á Tilfeingisbreytini á Miðnámi í Vestmanna. 

Myndin niðanfyri er tikin í sambandi við prógvhandanina, sum var á skúlanum fríggjadagin 24. juni.

Fremra rað f.v: Gunnar Y. Samuelsen, Andras M. Simonsen, Oddur í Haraldstovu Petersen, Sólfríð H. Poulsen, Josefina Eliasdóttir, Rebekka Johansen, Jónfríð Dahl Joensen, Rannvá á Rógvu Kristensen, og Jórunn E. Wang.

Aftara rað f.v.: Edvard Ingebrigtsen, Hjørtur Joensen, Ari í Haraldstovu Petersen, Ronja í Homrum, Malena E. Joensen, Inga Henriksen, Ró Nielsen, Silja Mikkelsen, og Helena í Skálum.

Kelda: Miðnám í Vestmanna