215 børn og ung á fótbóltsskúla á Svangaskarði

Aftur í ár skipaði Fótbótlssamband Føroya, í samstarv við B68, fyri árliga fótbóltsskúlanum á Svangasgarði á Toftum. Í ár luttóku 215 børn og ung

Mynd: Hans Erik Danielsen
Kristian Waag Dam
3. august 2022 kl. 10:10

Mánadagin og týsdagin varð enn einaferð skipað fyri fótbóltsskúla á Svangaskarði á Toftum. Tað eru B68 og fótbóltssamband Føroya, ið skipa fyri fótbóltsskúlanum. Sambært Fótbóltssamband Føroya, so var talan um eitt væleydnað tiltak, har 215 børn og ung luttóku.

Talan var eisini um gott fótbóltsveður hesar dagarnar, hóast tað regnaði í løtum. Børnini vandu frá klokkan 10 fram til klokkan 14, bæði á ovara og niðara á vølli á Svangaskarði, har stuttlig spøl og venjingar vóru á skránni. Tað vóru Betri Deildar-leikararnir hjá B68, sum saman við øðrum skipaðu fyri venjingunum.

Higartil hevur verið skipað fyri tveimum fótbóltsskúlum í ár. Tann fyrri var í Gundadali, har áleið 260 luttóku, og tann seinni var nú á Svangaskarði. Samanlagt eru fýru fótbóltsskúlar á skránni í summar. Hósdagin og fríggjadagin, 4. og 5. august, verður skipað fyri Fótbóltsskúla á Argjum, og fríggjadagin og leygardagin í næstu viku, sum er 12. og 13. august verður Fótbóltsskúli í Sørvági.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo