24 básar til parkering í tveir tímar

Nú verða 24 parkeringspláss á Skálatrøð í Havn broytt frá átta tímum til tveir tímar parkering

Dimma.fo
24. januar 2023 kl. 21:18

Til tess at skapa parkeringsmøguleikar til tey, ið hava tørv á parkering í styttri tíð á Skálatrøð, til dømis tá báturin skal eftirhyggjast, ella tá ein skal á matstovu, verður partur av parkeringsøkinum umskipaður. Tí er farið undir at frámerkja 24 básar, sum skulu hava tíðaravmarkingina tveir tímar í staðin fyri átta tímar, sum er galdandi í løtuni.

Kunnað verður nærri, tá ið arbeiðið er liðugt, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.