28 ára gamli Jákup skal á pensión

Í 20 ár hevur Jákup búð á Tjarnagarði, men tíðin er komin til eitt nýtt heim. Jákup, sum bæði sigur "góðan morgun" og "góða nátt", er tí farin at leita sær eftir einum nýggjum heimi

Steinar Patursson
26. juni 2022 kl. 12:20

Seinastu 20 árini hevur 28 ára gamli Jákup húsast á Tjarnagarði í Havn, men nú er stundin komin til, at hann skal fáa nýtt heim.

Umstøðurnar at hava Jákup á Tjarnagarði eru ikki nóg góðar, sigur Anja Vidtfeldt Kvilt, sum starvast á Tjarnagarði, og sum hevur tikið sær av Jákupi, og tí ger hon nú eina roynd at finna ein nýggjan eigara til Jákup.

Síðan Anja Vidtfeldt Kvilt legði út uppslag um Jákup á Facebook hósdagin, hevur hon fingið hópin av fyrispurningum – so nógvar, at tað hevur verið torført at svara øllum – men Anja ger greitt, at tað skal vera onkur, sum er rætt ílatin og sum hevur røttu umstøður til Jákup, ið sleppur at fáa hann.

Tað verður altso ikki ein og hvør.

Og tað er helst ikki uttan orsøk, tí Jákup krevur eitt sindur av hvørjum, og tað er ikki nokk hjá honum bert at hava eitt búr at búgva í. Umframt at skula hava pláss fyri at flúgva, skal Jákup eisini hava umstøður at vera fuglur, og Jákup krevur eitt sindur.

- Jákup brúkar nevið, har hann kann. Hann tekur ikki hædd fyri, um tað er ein stólur frá Arna Jacobsen ella eitt træ úr havanum.

- Jákup kann bíta fast, um hann kennir seg hóttan ella ikki fær sín vilja. Tí er tað umráðandi, at hann fær heim hjá onkrum, ið hevur kunnleika til hetta slagið av fugli, sigur Anja.

Anja Vidtfeldt Kvilt leggur aftrat, at nógv teirra, ið hava vent sær til hennara um Jákup, hava havt sera nógvar spurningar um Jákup, men ikki nógv teirra hava greitt frá, hvat tað er fyri heim, ið tey hava at bjóða honum. Og Jákup fer ongan veg, fyrr enn hon veit, at hann endar í góðum hondum.

Tað er ikki heilt greitt, hvør lívsleiðin hjá Jákupi var, áðrenn hann endaði á Tjarnagarði fyri 20 árum síðani, men Anja sigur seg hava hoyrt, at hann endaði í djórahandlinum, eftir at hann hevði búð í einum húsum, har hann kanska ikki hevði tað so gott.

Úr djórahandlinum kom hann síðani út á Tjarnagarð, tí at tað er gott fyri tey við demens at hava samband við djór.

Tó so, hóast summi hava verið glað fyri at hava Jákup har úti, eru ikki øll, ið eru eins fegin fyri at hoyra upp á gorrið.

- Hann gorrar allatíð. Hann sigur allatíð okkurt, uttan um náttina, sigur Anja Vidtfeldt Kvilt.

Sum so nógvir aðrir fuglar hevur Jákup meira millum oyruni, enn tú kanska hevði hildið.

- Jákup er nokk so gløggur, tí tá eg fari heim aftaná náttarvakt, sigur hann ”góða nátt”. Og tá eg møti um morgunin, sigur hann ”góðan morgun”, sigur Anja Vidtfeldt Kvilt.

Eisini sigur Jákup ”Halló”, tá telefonin ringir, eisini dugir hann at siga ”omma” og ”mamma”, og stundum letur eisini ”Kom her Jákup, kom!” úr honum.